Hugna um Vágsbotn

- Hvussu vit ítøkiliga gera tað, verður støða tikin til, tá arbeiðið við nýggju útsølustøðunum til fugl og fisk er liðugt. Men ætlanin er, at Vágsbotnur skal vera eitt hugnaligt umhvørvi, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

- Tað tók sína tíð áðrenn ferð kom á, men nú heldur tíðarætlanin.

Tað sigur Heðin Mortensen, tá Sosialurin spyr hann um, hvussu tað gongst við arbeiðinum at gera nýggj útsølustøð til fugl og fisk í Vágsbotni.

- Í løtuni eru teir í ferð við at leggja flisar á, og arbeiðið verður liðugt fyrsta dagin, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur, at býráðið hevur ætlanir um at hugna um í Vágsbotni.

- Vit fara at seta fleiri benkur upp við standmyndina av Nólsoyar Páll. Kanska verða borð eisini sett upp har, og onkur hevur nevnt møguleikan at seta upp tjald til smáar sølubúðir. Men tað verður tikin nærri støða til tað, tá arbeiðið við útsølustøðunum til fugl og fisk verður liðugt, sigur borgarstjórin.

Hann nevnir eisini, at tað kundi verið sera hugnaligt at skipa fyri harmonikutónleiki á økinum, men tað verður eisini tikin nærri støða til hetta seinni.

Í hvussu er er ætlanin, at Vágsbotnur skal verða eitt stað, har fólk koma at hugna sær.