Á hvørjum ári síðani Lágargarður byrjaði í 1987 hevur verið hildið jólahald fyri bú- og starvsfólkum jólaaftan. Hetta er ein siður, sum øllum dámar væl.
Áhugin fyri jólahaldinum er eisini stórur. So fyri at øll skulu fáa pláss og møguleika fyri at hoyra, hvat verður sagt, so hevur verið tørvur á at avmarka talið av gestunum. So fyri hvørt búfólk kunnu koma tvey vaksin saman við børnum.
200 fólk
Eins og undanfarin ár var so aftur í ár skipað fyri jólahaldið jólaaftan. Gestirnir byrjaðu at koma klokkan 13, so teir kundu hjálpa til við at fáa búfólkið oman í felagshølið, har gudstænasta við Jóannes Fonsdal, presti, varð hildin.
Tórshavnar Manskór hevur eisini verið afturvendandi við kórsangi. Teir hava verið við so væl sum hvørt ár - tey fyrstu árini tó undantikin.
- Jólahaldið er ógvuliga hugnaligt, og tað er nakað bæði bú- og starvsfólk eru glað fyri, sigur Marjun Smith, leiðari á Lágargarði.
- Vit uppliva eisini, at tey, sum ætla sær heim at halda jól við familjuni, helst vilja verða her til jólahaldið eisini. Jólahaldið er nakað, hvørki bú- og starvsfólk høvdu viljað verið fyri uttan
Aftaná gudstænastuna verður dansað um jólatræið, og eisini kemur jólamaðurin á gátt við onkrum góðgæti til tey smáu. Síðani var møguligt hjá børnunum at hyggja sjónvarp og hugna sær við jólapakkanum, meðan tey vaksnu fingu borðreitt ein drekkamunn og heimabak frá køkinum á Lágargarði.
Árið ið fór
Sum heild hevur annars gingið hampuligt hjá Lágargarði. Bíðilistin er tó enn líka langur, og tey 10 plássini á Tjarnargarði hava ikki gjørt nógvan mun.
- Síðsta uppgerðin vísti, at tað standa 176 fólk á bíðilista, og harav eru 39 visiterað til akuttum lista, greiðir Marjun Smith frá.
Av teimum 39 eru 23 dement. Tá ein er komin á akuttan bíðilista, kann roknast við, at bíðitíðin er eitt til tvey ár. Sambært Marjun Smith, so er tað einasta, ið hevði bøtt um støðuna, at vit fingu fleiri pláss til tey tyngstu til tey tyngstu røktartørvandi, tí tað er her, tey enda.
- Tað er ørkymlandi at hava ein so langan bíðilista. Vit fáa áheitanir frá ólukkuligum familjum næstan dagliga.
---
Nýggjárið verður annars hildið heilt stillisliga á Lágargarði. Búfólkini fáa ein góðan bita at eta, og um veðrið verður til tað, so verða bluss eisini tendrað úti í garðinum.