Óhugnalig krabbameinstøl

Føroyskar kvinnur eru í størri vanda fyri at fáa krabbamein í lívmóðurhálsinum enn danskar kvinnur, og tær hava eisini verri við at yvirliva sjúkuna. Hetta staðfesta hagtøl, sum nú eru almenn tøk á netinum



Nú ber til at síggja útgreinað hagtøl um føroyskar krabbameinssjúklingar á internetinum. Á www.ancr.nu liggja nú áhugaverd føroysk hagtøl lið um lið við onnur tøl frá øðrum norðurlendskum londum.

Tað er Hans Storm, yvirlækni hjá danska Kræftens Bekæmpelse og umboð hjá norðurlendska NORDCAN verkætlanarbólkinum, sum er í Føroyum og leggur nýggju tølini fram.

- Føroyar er eitt lítið land, og statistiska grundarlagið er minni enn í hinum londunum, men við nýggja databasanum ber til at fáa miðaltøl fyri fleiri ár, og hetta gevur eitt vísindaligt trygt grundarlag, greiðir Hans Storm frá.

Føroysku tølini ganga heilt aftur til 1960, men søguligu tølini eru ikki eins trygg og tølini frá 1990 og frameftir.


Hvørki screening ella vaccinu

Tølini vísa millum annað, at lívmóðurhálskrabbamein er ein vaksandi trupulleiki í Føroyum, meðan støðan er tann umventa í Danmark. Tað eru eisini fleiri føroyskar kvinnur, sum doyggja av sjúkuni enn danskar.

- Í Danmark hevur man innført screening, sum loftar trupulleikanum tíðliga, og tí eru sjúkan í minking í Danmark, men sum hagtølini vísa, so er støðan tíverri ikki tann sama í Føroyum, sigur Hans Storm.

- Danska fólkatingið hevur eisini fyri stuttum viðtikið at danskar gentur millum 12 og 15 ár skulu fáa ein gratis vaccinu ímóti einum virusið, sum økir um vandan fyri lívmóðurhálskrabbameini. Føroyar hava ikki tikið støðu til hetta mál, staðfestir danski yvirlæknin.

Sí talvu, sum vísir tølini fyri lívmóðurhálskrabba í Føroyum og Danmark


Gransking og betri viðgerð

Sambært Hans Storm er størsti fyrimunurin við at hava slík greið hagtøl, at tey skapa undran og forvitni og kunnu vera grundarlag fyri betri viðgerðum.

- Læknar kunnu undra seg um, hví ein sjúka er meira útbreidd í Føroyum enn aðrastaðni, og tað kann føra til nýggja gransking. Tølini kunnu eisini brúkast til at meta um viðgerðarhættir. Føroysku tølini fyri, hvussu nógv yvirliva krabbamein eru enn ikki tøk, men tá vit hava tey, ber til at meta um viðgerðin er nóg góð. Og um tølini broytast, tá ein nýggj viðgerð verður innførd.

Harumframt kunnu tølini vísa tørvin á viðgerð og við framrokningum ber til at siga, hvussu nógv verða sjúk tey komandi árini.


Rós til undangongufólk

Arbeiðið at uppbyggja databasan er gjørt partvís við stuðli, men eldhugaðir einstaklingar eiga stóran part av æruni, leggur meginparturin er eitt úrslit av eldhugaðum einstaklingum.

- Sanna Dahl Christiansen og Mogens Egholm eiga alt rós uppiborið fyri tað undangonguarbeiðið, sum tey gjørdu fyri at savna hagtøl inn, staðfestir Hans Storm.

Nú eru føroysku tølini tøk á netinum, og fyrireikararnir vóna, at arbeiðið at savna tøl inn kemur í eina trygga legu við almennum stuðli.

- Tit hava fólk her, sum eru før fyri at lyfta hesum arbeiðið. So nú er bara at vóna, at politikararnir síggja virði í hesum, so arbeiðið kann halda fram.


Vónandi hendir nakað nú

Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag Móti Krabbameini, fegnast um nýggja alnótstøka datugrunnin.

- Tað hevur verið torført at fáa fígging til føroyskar granskingarætlanir, tí tølini hava mangla, men tann forðingin er burtur nú, sigur hann

Føroya Felag Móti Krabbameini ynskir eisini eina heildarætlan fyri føroyska krabbameinsviðgerð, og hagtølini fara heilt víst at gera hetta lættari, heldur formaðurin. Harumframt vónar felagið, at hagtølini fara at føra til betri fyribyrging, ikki minst innan teir krabbameinsformar, har føroysku tølini eru serliga keðilig.

- Vit hava kanska havt eina hóming av, hvussu støðan hevur verið. Men nú hava vit vísindalig og samanberilig tøl, sum staðfesta hvussu støðan er, sigur formaðurin í Føroya Felag Móti Krabbameini.