Mánakvøldið, týskvøldið og mikukvøldið verður Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um tríggjar ymiskar kvøldsetur.
Hesi trý kvøldini verður evnið mentan viðgjørt úr trimum ymiskum sjónarhornum.
Tað verður fyrst Signar á Brúnni, sum fer at hugleiða um søguliga týdningin av mentan í Fuglafirði.
Síðan fer Elin Brimheim Heinesen at røða um, hvat mentan er, og hvønn týðning mentan hevur fyri okkara samleika.
At enda fer Hanna Jensen at enda hesa røð av kvøldsetum við at tosa um nútíðar og framtíðar møguleikar í at samstarva um mentan tvørtur um kommunal mørk.
Kvøldseturnar mánakvøldið, týskvøldið og mikukvøldið byrja klokkan 19, og hetta eru ókeypis tiltøk í sambandi við mentanarvikuna í Fuglafirði í næstu viku.