Hugnaligt kvøld í Tønder

Tønderhallen 1 var á tremur við vælnøgdum áskoðarum leygarkvøldið, tá danski fólkatónleikaídnaðurin heiðraði síni bestu fólk.


DMA-Folk

Meðan KB-Høllin í Keypmannahavn var karmur um stóra DMA tiltakið, heiðraði danski fólkatónleikarídnaðurin síni bestu listarfólk í Tønder Hallen 1 í Tønder. Eitt hanagleiv úr Týsklandi liggur hugnaligi lítli býurin Tønder. Kavarok og bítandi kuldi var hetta kvøldið, men hetta fekk ikki fólk at verða sitandi heima.
Atgongumerkini til DMA-Folk vóru útseld fleiri vikur áðrenn tiltakið, og fólk vóru komin úr øllum Danmark og pørtum av Týsklandi fyri at uppliva hetta stórfingna tiltak. Fólk vóru væluppløgd, og høllin var veitsluskrýdd. Ein kensla av spenningi fekk í luftini. Men eisini hugni.
Hóast talan var um eina ítróttarhøll, so var somikið væl pyntað, við stórum dúkum undir loftinum, longum borðum við dúkum settum upp kring høllina, og hópin av tænarum gingu frá borð til borðs og tóku ímóti bíleggingum av drykkivørum.
Ein lítil spælimansbólkur gekk frá runt í høllini við violinum og kassagittara og undirhelt við glaðum spælimanstónleiki. Her var nógv gjørt burturúr.
Danskir og týskir fjøllmiðlar vóru vælumboðaðir, og so sjálvandi eisini vit frá Sosialinum. Tað vóru annars ikki nógvir føroyingar at síggja millum fólki. Hetta hóast Tønder liggur stutt frá Esbjerg, ið er ein sannur miðdepil fyri føroyingar. Men familjan hjá Eivør og onkri vinfólk vóru komin til Tønder, og sótu saman við songkvinnuni við eitt langt borð mitt í høllini.
Her var allur danski fólkatónleikarídnaðurin umboðaður, bæði útgávufeløg, konsertfyriskiparar, festivalar og miðlar. Nógv var gjørt burturúr tí tøkniliga, báðumegin pallin hingu risa sjónvarpskíggjar, har myndir av teimum innstillaðu vórðu vístar. Ljóðannleggi var stórt, og ljóðaði sera væl. Tiltakið var góðska úr enda í annan.