Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, hevur hildið nýggjár heima, og tað ger familjan vanliga. Tey eta og drekka okkurt gott, hyggja at sjónvarpi, ganga túr í grannalagnum - og skjóta eitt sindur av fýrverki. Í ár var familjan til nýggjársbál á Glaðsheyggi fyri fyrstu ferð.
Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2016?
- Eg haldi ikki, at tað er nøkur ávís hending, sum fyllir mest, men hetta hevur verið eitt gott familjuár. Vit tríggjar systrarnar við familju hava verið samlaðar fleiri ferðir - í Danmark og í Føroyum - til konfirmatiónir og summarfrí. Haraftrat kemur, at eg varð liðug við eina diplomútbúgving, maðurin vardi ph.d., og dótturin gjørdist studentur, sigur Annika Sølvará.
Og hvat var keðiligasta upplivingin í 2016?
- Eg haldi, at 2016 sum heild hevur verið eitt rættiliga óhugnaligt ár við yvirgangsálopum á støðum, sum eg kenni og havi vitjað og við einum óunniligum politiskum ráki, sum syndrar heldur enn at savna heimin. Eg var og eri framvegis sera hørm um, at Donald Trump varð valdur til forseta í USA. Ódninar, sum hava herjað okkum á jólum, vóru eisini óunniligar - serliga tí, at tað kann vera mangt slíkt í væntu við veðurlagsbroytingunum komandi árini.
Og hevur stjórin í Granskingarráðnum sett sær fyri at gera nakað serstakt í 2017?
- Eg ætli mær á hvørjum ári at verða raskari at røra meg - at ganga heldur enn at koyra. Nú skal tað verða - um tað viðrar, sigur Annika Sølvará brosandi.