Nólsoyar Manskór skipaði í dag fyri hugnaløtu í skúlanum, har framførsla var, umframt tombola og lutaseðlasøla.
Hugnaløtan byrjaði klokkan 15, tá høvi var at keypa tombolaseðlar.
Út við 70 fólk høvdu leitað sær niðan í skúlan og tey lótu serliga væl at løtuni, tá manskórið framførdi einar 10 sangir á føroyskum og svenskum máli.
Hugnaløtan var liður í innsanvingini hjá manskórinum til eina Íslandsferð, sum verður í juli mánað. Kórið skal ferðast kring Ísland og hava framførslur í ymsum bygdum og býum.
Eisini verða framførd dansispøl so sum Sandoyardansur, bandadansur, gamla keta og so víðari.
Tað verða út við 50 nólsoyingar, sum 2. juli stevna av Havnini til Seyðisfirðar og verða eina viku í Íslandi.