Hugsa langt út um Ísland og gloyma sín heimamarknað

- Eg haldi, at tað hevur verið ógvuliga áhugavert og upplyftandi fyri føroyskt vinnulív at hoyra og síggja, hvussu íslendingar hava gjørt fyri at náa so langt, sum teir hava nátt hesi seinnu árini, sigur Áki Johansen, sum er leiðari á útflutningsdeildini hjá Menningarstovuni

Átak

Mánadagin fóru eini 65 fólk úr Føroyum til Íslands at vera við í einum átaki, sum Menningarstovan og Kaupthing skipaðu fyri í sambandi við, at londini bæði fyrr í heyst undirskrivaðu ein fríhandilssáttmála, sum rívur niður flestu garðar millum Føroyar og Ísland.
Áki Johansen, sum er leiðari á útflutningsdeildini hjá Menningarstovuni, sigur, at vinnulívsfólk úr flestu vinnum í Føroyum eru við í átakinum.
Fjølmenta ferðalagið úr Føroyum kemur heimaftur úr Íslandi við flogfarinum í dag.
Sosialurin hitti Áka Johansen í telefonini úr Íslandi í morgun.

Marell og Køgan
Mánadagin, tá ið komið varð yvir til Íslands, vitjaðu tey tvær stórar íslendskar fyritøkur, nevniliga Marell, sum framleiðir útbúnað til vinnuna, bæði matvøruvinnuna og fiskivinnuna annars.
Marell er kend fyritøka innan fiskiídnaðin og tey, sum hava vitjað á fiskivinnuframsýningum uttanlands, hava í fleiri ár sæð Marell verið við á hesum framsýningum.
Marell og Formula.fo hava samstarvað um ymiskar vinnuligar loysnir.
- Men Marell er meira enn ein framleiðari av útbúnaði til fiskiídnaðin, sigur Áki Johansen.
Hann vísir á, at felagið, sum er vaksið
nógv seinastu árini, eisini framleiðir útbúnað til høsnarungamarknaðin og til kjøtmarknaðin annars, og soleiðis hevur fyritøkan, sum eisini hevur stórt virksemi uttanfyri Ísland, trý bein at standa á.
- Meginparturin av framleiðsluni verður útflutt til onnur lond, sigur hann.
Áki veit at siga, at Marell nýliga hevur bygt nýggj og stór høli til virksemið í Íslandi, men longu nú eru nýggju hølini vorðin og trong, og neyðugt er við nýggjum útbyggingum.
Mánadagin vitjaði føroyska ferðalagið eisini áhugaverdu fyritøkuna, Køgun, sum eitt nú virkar innan KT-vinnuna og eisini hevur deild uttanfyri Ísland.
Sum skilst, spennir virksemið hjá Køgum rættiliga víða við ymiskum fyritøkum undir sama hatti.

Fyrilestrar
Áki sigur, at týsdagurin fór allur til fyrilestrar, sum Kaupthing skipaði fyri um íslendskan búskap og íslendska vinnu í breiðum høpi.
Eftir at stjórin hevði boðið føroyska ferðalagnum vælkomnum, vóru fleiri framløgur, har ein av stjórunum eitt nú greiddi frá um íslendska búskapin  um hesin er eitt undur ella ein hvørvisjón.
Fyrilestar vóru eisini um íslendska íløgustrukturin, íløgumarknaðin, íløgubankavirksemi, um íløgur í byggivinnuni, handilsvinnuni og kunnungar-og samskiftisvinnuni.
Áki sigur, at tveir føroyingar, sum hava stórt virksemi í Íslandi, Jákup á Dul Jacobsen og Gunnar Justinussen, greiddu eisini frá, hvussu teir fingu fótin fyri seg í Íslandi.

Upplyftandi
- Eg haldi, at hetta hevur verið ein ógvuliga áhugaverd og upplyftandi vitjan í Íslandi. Vit hava hoyrt nógv, og eg haldi, at vit hava fingið eitt gott innlit í, hvussu íslendingar hava gjørt, nú tað er ein sannroynd, at teir hava lyft seg upp til at teljast millum fremstu lond um okkara leiðir.
Áki vísir á, at búskaparliga framgongdin í Íslandi hevur verið ógvuliga stór seinastu árini.
EBS-samstarvið hevur eisini havt stóran týdning fyri íslendska vinnu.
- Vit hava fingið eitt gott innlit í, hvussu íslendingar hava gjørt fyri at koma sær út í heimin og í nógv størri mun enn vit hava gjørt seg galdandi í altjóða vinnulívi.
Hann sigur, at á ferðini í Íslandi hava føroysku vinnulívsfólkini hoyrt, hvussu stórt kanningararbeiði liggur aftanfyri tey átøk, sum íslendingar hava gjørt úti í heimi, og hvussu íslendsku bankarnir saman við vinnulívinum hava verið við í hesi tilgongd.
- Íslendingar hava ikki í so stóran mun gjørt íløgur í bygningar uttanlands, men hava meira lagt seg eftir málinum at sleppa inn á marknaðirnar.

Hugburðurin
Leiðarin á útflutningsdeildini hjá Menningarstovuni heldur, at framgongdin, sum íslendski búskapurin hevur havt seinastu árini, er "absoluttur" veruleiki, sum hann tekur til  og ikki hvørvisjónir.
- Sjálvandi vita íslendingar, at stóri vøksturin í búskapinum ikki kann halda fram við somu ferð sum higartil, men eg ivist onga løtu í, at framgongdin, sum verið hevur, fer at koma granntjóðini fyri vestan til góðar í framtíðini.
Áki heldur, at størsti munurin á íslendingum og føroyingum, er hugburðurin.
- Vit hava lyndi til at síggja forðingar í teimum broytingum, sum eru úti í heimi, nú marknaðargarðar verða brotnir. Hinvegin hava íslendingar sæð møguleikar  og hava tikið upp avbjóðingina, sum liggur í hesum møguleikum.
Áki tekur saman um og sigur, at hugburðurin og mentaliteturin í londunum báðum er ólíkur.
- Íslendingar halda ikki, at tekniskar ella fysiskar forðingar eru við broyttu marknaðarstøðuni, sum ikki vinnast kann á. Eg haldi, at størsti trupulleikin hjá okkum er at vinna á hugburðinum, sum liggur í okkum føroyingum. Íslendingar hava dugað at sæð møguleikarnar, meðan vit hava stært okkum blindar í avmarkingunum.

Hugsa úteftir
Áki heldur, at føroyskar vinnufyritøkur hava góðar møguleikar at gera seg galdandi á íslendska marknaðinum, tí líkt er til, at íslendingar hava lyndi at gloyma sín egna marknað, nú teir hava lagt so stóra orku í at náa út um landoddarnar.
- Hóast bæði londini eru lutfalsliga smá, er íslendski marknaðurin væl størri enn hin føroyski, og tí haldi eg, at føroyskar vinnufyritøkur avgjørt hava ein góðan møguleika at selja sínar vørur og tænastur á íslendska heimamarknaðinum. Haraftrat kemur, at nú búskaparliga framgongdin í Íslandi hevur verið so stór seinastu árini, er keypiorkan í Íslandi eisini nógv økt, sigur leiðarin á útflutningsdeildini.

Málrættað
- Eg haldi, at tað er áhugavert, at føroyskur ungdómur nú í størri mun enn áður eisini nemur sær útbúgvingar í øðrum londum enn Danmark. Hetta er broytt seinastu árini, og eg ivist onga løtu í, at tað fer at síggjast aftur sum tíðin líður.
Áki vísir á, at íslendingar síggja mun á teimum, sum útbúgva seg í Evropu og teimum, sum útbúgva seg í USA.
- Íslendingar halda nevniliga, at útbúgvingarnar í Evropu í stóran mun byggja á teoriir, meðan útbúgvingarnar í USA tykjast meira málrættaðar, soleiðis at fólk, sum hava nomið sær útbúgvingar í USA, skjótari koma í gongd við praktisk átøk, sigur Áki Johansen.
Á ferðini í Íslandi hevur føroyska ferðalagið búð á Hotel Nordica í Reykjavík.