Hugsið fyrst um ferðslutrygdina

Nú aftur ein nýggj og stór verkætlan er í umbúna á samferðsluøkinum er neyð­ugt, at vit hesa­ferð fyrst hugsa um ferðslutrygdina. Í seinasta enda kemur ferðslutrygdin at hava ávirk­an á kostnaðin í mun til nyttuna. Tí er tað óðamannaverk at leggja enn eina landsferðsluæðr gjøgnum fleiri bygdir

Rúna Sivertsen
Formaður
Ráðið fyri Ferðslutrygd

Ferðslutrygdin varð als ikki tikin við í framløguni um Skálafjarðartunlarnar á fundinum á Svangaskarði í seinastu viku.
Tað er skelkandi, tí tað sigur eitt sindur um hug­burð­in tey, sum taka avgerðir í Føroyum hava, tá um ferðslu­trygd ræður.
Og júst hugburðurin, vit hava til ferðslutrygdina, er helst orsøkin til, at vit missa nógv fleiri lív í ferðsluni enn grannalond okkara.
Vit kunnu ikki góðtaka ferðsluvanlukkur sum ein neyð­uga fylgju av ferðsl­uni.

Ferðslutrygdin í hásætið
At fólk framhaldandi fara at gera mistøk í ferðsluni, sleppa vit neyvan undan. Men vit hava skyldu at laga viðurskiftini soleiðis, at fólk ikki doyggja ella fáa varandi mein av ferðsluvanlukkum
Í álitinum um Nullhug­sjón­ina verður víst á, at ferðslu­skaðar kosta føroyska sam­felagnum slakar 200 milli­ónir krónur árliga.
Skulu vit tosa um nyttu og kostnað, verða vit noydd at taka hesi tøl í álvara.
At stigtakararnir til verk­ætlanina um Skála­fjarðar­tunlarnar hugsa um nyttu og kostnað er sjálvsagt.
Men frá politiskari síðu má og skal trygdin og trivn­aðurin í framtíðini raðfestast fremst í øllum, sum hevur við ferðslu at gera.
Landsverk hevur sum er, stórar trupulleikar av, at lands­ferðsluæðrar ganga ígjøg­num bygt økir.
Bæði til Ferðslutrygd og Landsverk fáa gjøgnum ár og dag nógvar áheitanir frá borgarum í teimum bygdum, sum liggja við hesar vegir, um at seta tiltøk í verk, so ferðin fer niður.
Tað er óðamannaverk at leggja eitt so stórt ferðslu­trýst eftir einum vegi, sum gongur gjøgnum fleiri bygd­ir, heilt frá Søldarfirði til Runa­víkar.
Alt hetta má politiski mynd­ugleikin hava í huga, tá gerast skal av, hvør veglegging skal veljast í samband við ætl­anina um tunlarnar mill­um Skálafjørðin og høv­uðs­staðin.