Hugsið um at prýða skýlið

Nú fer fótbóltskappingin skjótt at byrja aftur, og fótbóltsspælarar kring alt landið eru farnir undir venjingarnar til komandi kappingarár.

 

Helgo Finn Larsen



Nú fer fótbóltskappingin skjótt at byrja aftur, og fótbóltsspælarar kring alt landið eru farnir undir venjingarnar til komandi kappingarár.

Hetta er strævin tíð hjá spælarunum, tí venjingin má takast í stórum álvara, skulu teir koma í rætta formin til dystirnar.

Norðoyingar hava stóran áhuga fyri ítrótti, og ikki minst er tað fótbólturin, sum dregur nógv fólk ? bæði spælarar og áskoðarar. Ein orsøk til hetta er helst, at KÍ er eitt felag, sum hevur vunnið nógv gjøgnum árini, og KÍ er eisini tað felagið, sum hevur vunnið flest FM-heiti í fótbólti.

Seinasta FM-heitið var í 1999, men áðrenn hetta vóru 16 onnur meistaraheiti vunnin til býin. Fyrstu ferð KÍ rættiliga vann seg upp á tindin var í 1942, tá rættiligt lív aftur kom í ítróttin í Føroyum.

Skipað varð fyri landskapping í fótbólti, og sjálvandi var KÍ eitt av feløgunum sum var við. ÍSF tók stig til hesa kapping.

KÍ skuldi fyrst spæla ímóti EB og HB, og KÍ vann allar dystirnar so ruddiliga. Størsti sigurin var ímóti KÍ í Klaksvík, her sigurin gjørdist heili 9-0. KÍ vann síðani á Sandavági í hálvfinaluni, og finalan, sum var spæld í Havn ólavsøkudag, endaði við 4-1 til KÍ. Sakaris Lydersen gjørdi trý av málunum hjá KÍ hendan dagin, og Emil Mikkelsen gjørdi eitt mál.


Eisini tennis

Í 1945 spældi eg við á 2. liði hjá KÍ, og føroyameistaraskapin hetta árið. Í 1948 var eg við á 1. liði hjá KÍ, sum vann meistaraskapin. Hetta vóru stuttligar og hugaligar løtur sum fótbóltsspælari.

Eg spældi fótbólt frá 1945 og langt upp í fimtiárini. Eg hevði eisini arbeiði, sum kravdi nógva tíð, og tí vóru umstøðurnar ikki altíð tær bestu til at spæla fótbólt.

Klaksvíkingar gjørdu eisini nógv við tennis, og har var eg eisini við. Fyrstu ferð kappast var um meistaraskap í tennis var í 1943, tá Havnar Tennisfelag og Klaksvíkar Ítróttarfelag kappaðust. KÍ vann dystin 2-1, og á liðnum vóru eisini beiggi mín, Jonhard Larsen, Franklin Ziska og Hákun Djurhuus.

Í 1972 vann KÍ eisini eitt minniligt meistaraskap, tí tað var tað 15. í røðini Avgerandi dysturin var ímóti HB í Havn, og hann endaði við javnleiki 1-1, sum var nóg mikið hjá KÍ. Málið hjá KÍ skoraði Eiler Jacobsen.

John Reid Bjartalíð syrgdi í 1954 fyri, at KÍ fekk 50 ára minnisrit. Í 2004 verður KÍ 100 ár, og mítt ynski er, at nevndin í KÍ tekur stig til, at søgan hjá felagnum hesi 100 árini kemur í bók í 2004. Tað hevði verið virðiligt fyri felagið og tey fólkini, sum hava havt við felagið at gera.


Prýðið skýlið

Vónandi fer KÍ at standa seg væl í landskappingini í ár, og vit kunnu fegnast um, at nú er nýtt skýlið umsíðir komið upp at standa við fótbóltsvøllin. Í meiri enn 10 ár hevur einki skýlið verið við fótbóltsvøllin, og stórur saknur hevur verið í hesum.

Tað er tí eitt frálíkt tiltak, sum KÍ, kommunan og onnur hava tikið stig til, og tað er einki at ivast í, at tað verður til stóra gleði hjá fótbóltsáhugaðum norðoyingum.

Eg havi hug at gera eina viðmerking til byggingina, og tað er, at eg vóni, at stóri veggurin, sum vendir oman móti vegnum, kann verða prýddur.. Ikki við plakatum ella lýsingum av ymsum slagi, men við onkrari list ella myndum.

Áhugafelagið hjá KÍ og fólk í býnum annars áttu at komið við hugskotum um, hvussu skýlið kann prýðast, tí tað eru uttan iva nógvir áhugaverdir møguleikar.

Ein møguleiki er at lata ein ella fleiri av okkara listamonnum prýða veggirnar við onkrum verkum. Møguligt er eisini at brúka myndir av einumhvørjum, sum hevur havt týdning í okkara samfelag gjøgnum tíðirnar. Tað eru ivaleyst eisini minniligar myndir og hendingar í søguni hjá KÍ, sum kundi verið brúktar í hesum samanhangi.

Í hvussu er vil eg vóna, at gráu betongveggirnir verða prýddir við onkrum av hesum, so býurin kann fáa enn størri gleði av skýlinum.