Hugsið tykkum væl um áðrenn lopið

- Tey flestu tola væl at leypa á sjógv, men í summum førum kann brádligi kuldin útloysa álvarsamar sjúkur, sigur ítróttarlækni

 

Børn, ung, vaksin og eisini eldri fólk. Seinastu vikuna hevur ein rúgva av føroyingum í øllum aldursbólkum lopið á sjógv. Hetta gera tey í sambandi við stóru dilluna, har ein upptøka verður gjørd av lopinum, sum síðani verður løgd út á Facebook, og so bjóða tey tveimum ella trimum øðrum fólkum av í at leypa á sjógv.

 

 

Sølvi Winther Olsen er ítróttarlækni og hevur millum annað hildið fyrilestrar kring landið fyri havsvimjarum í Føroyum, har hann hevur greitt frá fyrimunum og vansum í sambandi við svimjing á sjónum.

 

 

- Tey flestu tola væl at leypa á sjógv, men í summum førum kann brádligi kuldin útloysa álvarsamar sjúkur, sigur Sølvi Winther Olsen og heldur fram:

 

 

- Er mann í vandabólkinum at hava hjartatrupulleikar, so er tað at leypa á sjógv nakað, ið kann útloysa eina hjartasjúku. Aðrar sjúkur kunnu so at siga liggja upp á lúr og kunnu eisini útloysast við einum kuldasjokki, sum tað jú er at leypa á sjógv, sigur Sølvi Winther Olsen.

 

 

Hann sigur, at í síni tíð sum lækni hevur hann bert møtt heilt fáum fólkum, ið ikki hava tolað at lopið útí kaldan sjógv. Tó vísir hann á, hvussu umráðandi tað er at taka ávís fyrilit, áðrenn tú velur at leypa á sjógv.

 

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr ítróttarlæknan greiða frá og koma við góðum ráðum.