Hundar leggjast á seyð í Sørvági

Í Sørvági gera hundar av álvara um seg í haganum og hundaóskilið er orsøk til, at lomb og seyður í hópatali missir lív. - Ein røktingarmaður sá fyri stuttum tveir hundar, ið skiftivís skræddu síðurnar úr einum lambi

- Fleiri lomb ganga beinbrotin og bakbeinini eru gnagað av. Tað er ein óhugnalig sjón, sigur Rodmund á Kelduni, hagastýrisformaður í Ytra Suðurtriðingi í Sørvági.
- Ein røktingarmaður sá fyri stuttum tveir hundar, ið skiftivís skræddu síðurnar úr einum lambi, sigur Rodmund.
- Í okkara haga mangla vit nú 6 lomb og 10 seyðir, sigur Rodmund á Kelduni, ið ger vart við, at óskilið við leysum hundum hevur staðið við longi, og at tað er stórur fíggjarligur missur hjá teimum, ið eiga seyð, um hundar taka meginpartin.
- Eg kalli hetta djórapínslu, sigur hann avgjørdur.
Í Sørvági gera hundar av álvara um seg í hagnum og lomb og seyður í hópatali missir lív.

Seta fólk at ansa
- Vit sendu skriv í 2001 til kommununa og fóru so eisini á fund við kommunu og løgregluna. Sørvágs Kommuna og Fútin avtalaðu, at fólk skuldi setast at taka sær av hesum, men enn er onki fólk sett og so vítt eg veit, er ikki søkt eftir fólki enn, sigur Rodmund á Kelduni.
- Onki hendir, og eg havi enntá sjálvur bjóðað meg fram og sagt frá, at eg eri áhugaður í starvinum, men ein hoyrir slíkar grundgevingar sum, at fólk fæst ikki til starvið, sigur Rodmund

Eru børnini næst?
- Hetta er ikki nøktandi. Nær gongur tað út yvir børnini? Foreldur hava klagað, tí talan er um rættiliga stórar hundar og ávísar hundar, ið gera um seg, sigur Rodmund.
- Sáttmáli er skrivaður um at vetrarfriða bygdina, men ábyrgd má fylgja við, og um nakað, so hevur trupulleikin við hundum størri týdning, sigur Rodmund á Kelduni.
Hagastýrini hava prátað saman og hava ætlanir um at fáa fund við kommununa fyri at krevja, at endi fæst á hundaóskilinum, ið kostar ótali av seyði lívið.