Hundur herjaði dunnugarð


Hundar eru ein afturvendandi trupulleiki og aftur nú hevur ein hundur gjørt um seg.

 

Hesa ferð var tað ein maður í Hvalba, sum hevur boðaði løgregluni frá, at ein fremmandur hundur hevur verið í dunnugarðinum hjá honum og har hevur hann beint fyri seks dunnum.

 

Men maðurin veit ikki, hvør eigur hundin og eingir hundaeigarar har um leiðir vilja kennast við at teirra hundur kundi funnið upp á slíkt.