Hús reist í Kvívík

Borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Hans Jóhann Sørensen, fegnast um áhugan at seta búgv í kommununi

 

Í vikuni reisti byggifyritøkan Norðsetur, sum hevur heimstað í Hvalvík, triðja húsið í Kvívík síðan mai mánað.

 

- Húsini standa í nýggju útstykkingini Frammi í Gerði, siga tey í Kvívíkar kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at hini bæði húsini, sum Norðsetur hevur bygt í Kvívík seinasta árið, standa í útstykkingini á Víkarvegnum.

 

Fleiri nýggj hús standa í gerð í Kvívíkar kommunu í løtuni, og fleiri byggiloyvi eru givin.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at nýggj hús eisini verða bygd á Skælingi, sum er partur av Kvívíkar kommunu.

 

Borgarstjórin, Hans Jóhann Sørensen, fegnast um áhugan at seta búgv í kommununi.

 

Myndamaðurin, Jens Kristian Vang, sum eisini býr í Kvívík, hevur sent kommununi nakrar myndir.

 

##med2##

 

##med3##

 

Hans Jóhann Sørensen er borgarstjóri í Kvívíkar kommunu - nú á øðrum skeiði