Sunnudagin klokkan 13.30 verða Havnarvegurin og Húsareynstunnilin alment tikin í nýtslu.
Hátíðarhald verður við tunnilsmunnan við Marknagilsvegin, har Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, halda røður, og síðani fer Bergur Robert Dam Jensen, formaður í teknisku nevnd í Tórshavnar býráð, at klippa snórin.
Eftir tað verður opið hjá fólki at ganga, renna, trilla ella súkkla gjøgnum Húsareynstunnilin og eftir nýggja Havnarvegnum. Inni í tunlinum verður tónleikur við Jóhan Hentze.
Túrurin, sum er góðar 4 km, endar í stórhøllini við Tjarnir, har ein drekkamunnur verður at fáa.
Klokkan 15.30 lata Havnarvegurin og Húsareynstunnilin upp fyri almennari bilferðslu.