Tað verða teir báðir Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd, sum fara at lata seinasta skotið av.
Borgarstjórin sigur nøkur orð á staðnum. Á kortinum sæst, hvar áhugað kunnu standa og hyggja, tá skotið verður latið av. Fólk frá kommununi verða á staðnum og leggja lag á ferðsluna.
Aftaná verður farið yvir á Hotel Føroyar at fáa kaffi og køkur í forhøllini.