Tú skrivar her um eitt evni, sum vit undirritaðu halda okkum vita eitt sindur um. Vit eru lestrarvegleiðarar á Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði og arbeiða eisini sum ráðgevarar í útbúgvingarviðurskiftum fyri LFÚ (Landsfelag fyri føroyingar í útbúgving).
Arbeiðið sum lestrarvegleiðarar á hesum stovnum hava vit røkt í fleiri ár, og vit hava verið á nógvum skeiðum bæði her í Føroyum og uttanlands um ymisk viðurskifti, sum hava við útbúgvingar her og uttanlands at gera.
Tú skrivar m.a. í greininai at tað skal vera lættari at nema sær útbúgving uttan fyri Norðanlond, um Føroyar fáa fullveldi. Tú skrivar m. a. soleiðis um viðurskiftini í dag :
?Um tú finnur ígjøgnum ta byrokratisku skipan, og um tú ert sinnaður at gjalda, er sjálvsagt møguligt at fara aðrastaðni. Men sum er, eru tað júst byrokratiið og pengarnir, sum seta stopparin fyri hjá tí vanligu pisuni, sum vil nema sær víðari útbúgving longur burtur enn í Danmark.?
Hvat er tað fyri byrokratisk skipan, tú her hugsar um? Søkir tú t.d. um at sleppa inn á lærustovn í Onglandi, hava teir sína skipan og sínar treytir fyri upptøku, søkir tú inn á lærustovn í Frankaríki, hava teir sína skipan, í Brasilia er ein triðja skipan, og eisini í Føroyum hava vit okkara skipan, sum er lagað til okkara samfelag.Tú mást meina, at tað at fylla út umsóknarbløð er byrokrati, sum vit sleppa undan, um vit fáa fullveldi. Vit kunna upplýsa teg um, at vanliga finna føroyingar , sum ætla sær undir útbúgving aðrastaðni enn í Føroyum , uttan stórvegis trupuleikar úttav at útfylla umsóknarbløð.
Um ein er sinnaður at gjalda, er sjálvsagt møguligt at fara aðrastaðir, skrivar tú. Hevur tú hoyrt um eina føroyska skipan, sum nevnist ÚSUN? ÚSUN merkir útbúgvingarstuðul uttan fyri Norðanlond.
Vit fara ikki her at gjøgnumganga hesa skipan fyri tær, men stutt skal tað tó sigast, at valla hevur nakað land í verðina eina so góða skipan, tí umframt at fáa umleið 3.700kr. um mánaðin frá tí danska SU, um útbúgvingin varar í mesta lagi 4 ár, tá tú lesur uttanlands, kanst tú umframt úr Føroyum fáa upp til 60.000kr. um árið til skúlagongdina. Harumframt hevur tú møguleika at lána upp til 60.000kr. um árið. Stuðulsstovnurin hevur givið faldara út um ÚSUN-skipanina.
Seinni í greinini skrivar tú, at ein orsøk til, at nógv, sum kundu hugsað sær at lesa uttanfyri Norðanlond, ikki gera tað, er,?at lítil og ongin vegleiðing er á økinum.? Víðari sigur tú : ?Er ongin málkønur ella onkur, sum kennir onkran, sum kann hjálpa tær, so ert tú púra prísgivin?.
Tað er ikki eiti á áliti, tú hevur á føroyskan fakkunnleika.
Tað kennist ikki sørt hugstoytt at vera niðurgjørdur í fjølmiðlum bert av politiskum ávum. Skal tað nú vera dagligur kostur í Føroyum, at fakfólk, ið royna at gera sítt arbeiði til lítar, mugu ofrast , tí ?endamálid halgar gerðina??Um starvsbólkur okkara eftir tínum tykki ikki røkir sítt arbeiði á fullgóðum fakligum støði, so er hetta ein vanlukka, tí vit eru tey, ið hava ráðgivið føroyingum í 10.000 tali seinastu mongu árini. Tú hevur ongantíð tosað við okkum, tú hevur ongantíð verið inni á gólvinum hjá Lestrarvegleiðingina á Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði, og tú hevur ongantíð verið inni á gólvinum í vegleiðingina í LFÚ. Veitst tú yvirhøvur, at vit eru til???
Nógv onnur vita tað, so heilt ósjónlig eru vit ikki. Fólk allastaðni úr Føroyum koma á ráðgevingina, og nógv ringja.Vit kunnu siga tær, at skrivstovan hjá okkum í LFÚ er opin hvønn týsdag og hvønn hósdag frá kl. l6-l8, og at vit frá januar mánaði fara at hava opið ein vikudag aftrat, tí tað serliga um várið altíð er long bíðitíð, orsakað av at í flestu londum er umsóknarfreistin at søkja inn á lærustovn tíðliga um várið, um ein ætlar at byrja um summarið. Av og á sita fólk og bíða til kl. 20 fyri at sleppa framat.
Okkara politikkur í LFÚ er, at vit ikki skráseta, hvør ið vendir sær til okkara fyri at fáa vegleiðing, men vit skráseta, hvussu nógv koma, og hvat tey ynskja vegleiðing um. Niðanfyri fært tú nøkur tøl, sum vísa, hvussu nógv søktu sær vegleiðing í LFÚ í 1998 og higartil í 1999. Í okkara skráseting er m.a. tilskilað, úr hvørjum londum viðskiftafólk ynsktu upplýsing og vegleiðing. Leggjast kann afturat, at hesi viðskiftafólkini eru tey, ið ikki ganga á miðnámsskúla, tí hesi fáa vegleiðing á skúlunum.
Vegleiðing um útbúgvingarviðurskifti í alt - 750 fólk l998:
Vegleiðing um útbúgvingarviðurskifti í øðrum londum enn í Føroyum og Danmark - 58 fólk
Vegleiðing um útbúgvingarviðurskifti í alt - 522 fólk l999:
Vegleiðing um útbúgvingarviðurskifti í øðrum londum enn í Føroyum og Danmark - 43 fólk
Tað er ikki bara tú, sum úttalar teg sum best ber til, ella sum tað loysir seg best her og nú. Í einum Fimmara herfyri úttalaði Høgni Hoydal seg eisini um útbúgvingarviðurskifti. Hann segði m. a., at sum tað er nú, er tað sera trupult at fara til onnur lond enn Norðanlond at nema sær útbúgving, tí at ein fyrst má vera seg í Danmark eina tíð fyri at ordna ymiskt, áðrenn farið kann verða undir útbúgving.
Hetta eru beinleiðis ósannindi og dømi um, at heldur ikki hann hevði givið sær neyðugar stundir ella havt vilja til at seta seg inn í viðurskifti, hann úttalaði seg um. Sum er, kann ein fara beinleiðis úr Føroyum at nema sær útbúgving við donskum lestrarstuðli(SU) og stuðli úr tí føroyska ÚSUN, uttan mun til um ein t. d. fer til Japans, Bretlands ella USA .
Áðrenn tit fara longur av sannleikans leið, skulu tit vera vælkomin inn á gólvið hjá LFÚ-ráðgevingini ella á lestrarvegleiðingina á miðnámsskúlunum.
Við vón um virðing fyri okkara yrki
Vinarliga
Holger Arnbjerg
Inger Flø Jørgensen
Bjørg Róin
Jákup Strøm