Petur í Gong
Brúkarasamtakið
Kappingarráðið verður biðið um at blanda seg uttanum. Hetta skal SEV sjálvt avgerða. Vit tosa her um prísin á hvørjum kilowatt tíma, ið vit keypa frá einasta ravmagnsveitara á føroyska marknaðinum. Málið hevur verið fyri í kærunevnd, men SEV fekk ikki viðhald. Nú verður tosað um at fara í rættin.
Onkursvegna tykist hetta mær bert at vera enn eitt dømi um, at SEV ikki til fulnar megnar at flyta seg fram í nútíðina, við tí opinleika og gjøgnumskygni, ið samtíðin krevur. Her gongur snøgt sagt ov seint við umstillingini, og brúkarin og náttúran verða í síðsta enda tey, ið mugu gjalda ein alt ov høgan prís fyri kilowatt tímarnar.
Her hjá okkum kenna vit ikki til annað, enn at almenna SEV skal standa fyri allari framleiðslu av ravmagni. At ímynda sær møguleikan at kunna geva SEV durafjórðingin, og keypa streymin frá onkrum øðrum, er púra burtur við í dag.
Men í hinum norðanlondunum er støðan ein heilt onnur. Har er ravmagnsmarknaðurin fyri langari tíð síðani latin upp fyri fríðari kapping. Ymiskt er hvussu langt londini eru komin á leiðini, men í øllum londunum stendur tað brúkaranum frítt í boði at skifta veitara, uttan í Íslandi, har møguleikin ikki kemur fyrr enn í 2007.
Í stuttum verður hetta gjørt við at skipa sjálvt ravmagnskervið í eina eind, sum samstundis skal tryggja javnvágina millum framleiðslu og nýtslu. Verandi ravmagnsveitarar fáa við serloyvi veitingarskyldu á sínum øki, og viðurskiftini millum veitara og brúkara kunnu halda á fram á sama hátt sum higartil.
Í og við at aðrir ravmagnsframleiðarar sleppa fram at kervinum, kunnu hesir nýggju veitarar bjóða brúkaranum teirra vøru, og kann brúkarin harvið fáa ein lægri prís ella grønari orku. Her verður gingið út frá, at eingin sleppur at bjóða eina vøru út undir verri treytum enn verandi útboð. Hvørki fyri náttúru ella brúkara.
Størsti trupulleikin hjá hinum norðanlondunum var, hvussu mann skuldi avrokna, tá veitarin brádliga varð útskiftur. Í Føroyum hava øll hús sín málara, so hetta skuldi ikki verði nakar trupulleiki. Ætlanir eru tó frammi um fjaravlestur av málara, og longri frammi í tíðini liggur tvívegis samskifti, ið gevur ravmagnsveitaranum møguleika at stýra orkunýtsluni á eitt nú vaskimaskinuni, soleiðis at henda einans vaskar um náttina. Hugskotini eru mong, og munnu vit eisini á hesum økinum fara at síggja eina samantvinning av ymsari tøkni.
Spurningurin er so, um nakað grundarlag er fyri hesum ynskidreyminum. Svarið man vera, at tað er tað. Seinastu nógvu árini hava vit fleiri ferðir gjøgnum fjølmiðlar frætt um feløg ella einstaklingar, ið vilja sleppa at framleiða ravmagn. Men oftani kann tað tykjast, sum um tey, ið hætta sær at nerta við okkara aldargomlu ravmagnseinkarsølu, til ein og hvønn prís skulu steðgast. Varð hinvegin roynt at skunda undir eitt breiðari úrval av orku og veitarum, hevði tað tænt bæði landi og fólki, og givið okkum brúkarum ein valmøguleika.