Tað má sigast at vera sera jaligt, at vit nú í Føroyum hava fingið eina kanning har sjúklingar siga sína hugsan um sjúkrahúsverkið, eina góðskumeting frá móttakarunum av okkara tænastu. Henda kanning ger, at vit hava møguleika fyri at betra um dygdina á tænastuni, vit veita sjúklingunum, tí sjúklingurin er tann einasti sum upplivir sjúklingagongdina í síni heild.
Kanningin sigur nakað um, hvussu sjúklingurin upplivir dygdina av teimum tiltøkum, hann hevur verið partur av, meðan hann hevur verið innlagdur. Kanningin sigur einki um kompleksitet, røktartyngd, normering ella annað ið ikki riggar innanveggja. Úrslitið av kanningini má metast sum jaligt, tá ið øll sjúkrahúsini í øllum spurningunum, uttan í tveimum, í prosentum liggja plaserað omanfyri 50 %. Hetta er tó ikki nóg gott, tá ið okkara støði ikki er á hædd við kanningar, sum samanlíkna verður við. Kanningin gevur okkum sostatt nakað at arbeiða fram ímóti, og tí áttu vit at sett okkum sum mál at nátt teimum
100 % í 2015.
Vit eru sera glað fyri at vera ein partur av hesum góða úrsliti, men tykist tað fyri okkum røktarstarvsfólk á medisinsku deildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum um tað, millum annað í fjølmiðlunum, verður roynt at draga annað ónøgdsemi, sum ikki hoyrir kanningini til, uppí hesa, og finna ymiskar neiligar niðurstøður, hví úrsliti av kanningini nú er, sum tað er.
Fyrst nakrar upplýsningar.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, eru bæði akuttar og planlagdar innleggingar. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er ein blandað medisinsk songjardeild, og ein kirurgisk songjardeild, har føðideild eisini er.
Sjúklingarnir koma úr øllum Føroyum, og verða givnar nógvar kompliseraðar viðgerðir og hava vit eisini fleiri innleggingar sum eru sera kompleksar. Klaksvíkar Sjúkrahús sendir sjúklingar til serlæknar, og til kanningar á millum annað, Landssjúkrahúsið og uttanlanda, og halda vit okkum gera eitt gott forarbeiði, miðandi ímóti at innleggingarnar á serdeildunum gerast so stuttar, sum til ber. Meiri kunning um sjúkrahúsið og funktiónirnar fáast á okkara heimasíðu HYPERLINK "http://www.ks.fo" www.ks.fo.
So til kanningina.
64,6 % av sjúklingunum, sum hava verið innlagdir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hava svara spurnarblaðnum, meðan 57,8 % av sjúklingunum, sum vóru innlagdir á Landssjúkrahúsinum, svaraðu, og 56,7 % av sjúklingunum á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Sjúklingarnir sum hava svara spurnarbløðunum vóru innlagdir í tíðarskeiðinum hálvan september til hálvan desember 2006, og fingu teir spurnarblaðið í mai mánaði 2007. Niðanfyri lýsa vit nakrar av spurningunum, sum vóru í spurnarblaðnum, sum hava við okkum røktarstarvsfólk at gera, soleiðis at Føroya fólk kann fáa eitt lítið innlit í kanningina. Tey, ið ynskja at lesa alla kanningina, kunnu síggja hana á HYPERLINK "http://www.ahr.fo" www.ahr.fo.
Viðvíkjandi spurninginum um, hvussu deildin var kunnað um støðu sjúklingsins, tá ið hann bleiv innlagdur, vóru tað 43,4 %, sum góvu hægsta karakter til Klaksvíkar Sjúkrahús, ímóti 28,6 % á Suðuroyar Sjúkrahúsi og 25,1 % á Landssjúkarhúsinum.
Viðvíkjandi spurninginum um, hvussu sjúklingurin upplivdi at røktarstarvfólki lurtaði eftir tørvi sjúklingsins, vóru tað 78,0 %, sum góvu Klaksvíkar Sjúkrahúsi hægsta karakter, ímóti 66,0 % á Suðuroyar Sjúkrahúsi og 63,2 % á Landssjúkrahúsinum.
Viðvíkjandi spurninginum um, í hvønn mun sjúklingurin hevur álit á fakliga førðleikanum hjá starvsfólkunum, vóru tað 75,8 %, sum góvu Klaksvíkar Sjúkrahúsi hægsta karakter, ímóti 61,3 % á Landssjúkrahúsinum, og 52,6 % á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Viðvíkjandi spurninginum um, hvussu røktarstarvsfólk og læknar samarbeiddu um røkt og viðgerð av sjúklinginum, vóru tað 53,3 %, sum góvu Klaksvíkar Sjúkrahúsi hægsta karakter, ímóti 48,9 % á Suðuroyar Sjúkrahúsi og 33,9 % á Landssjúkrahúsinum.
Viðvíkjandi spurninginum um, hvussu sjúklingurin fyrstu ferð bleiv gjørdur varugur við ein feil, svaraðu 50 % av sjúklingunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at læknin ella starvsfólkini høvdu lagt merki til feilin, og 16,7 % av sjúklingunum høvdu sjálvi lagt merki til feilin. Á Suðuroyar Sjúkrahúsi hvødu hvørki lækni ella starvsfólk lagt merki til feilin, 0,0 %, meðan sjúklingurin í 100 % av førðunum hevði lagt merki til feilin. Á Landssjúkrahúsinum høvdu læknar ella starvsfólk, í 33,3 % av tilfeldunum lagt merki til feilin, og í 40,7 % av tilfeldunum hevði sjúklingurin sjálvur lagt merki til feilin.
Viðvíkjandi spurninginum um sjúklingurin kendi seg tryggan ella ótryggan við at fara heim av sjúkrahúsinum, vóru tað 51,8 % á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum svaraðu, at tey vóru trygg við at fara heim, meðan 50,0 % á Suðuroyar Sjúkrahúsi vóru trygg við at fara heim og 50,7 % vóru trygg við at fara heim av Landssjúkrahúsinum. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi vóru tað 4,4 %, sum vóru ótrygg við at fara heim. Á Suðuroyar Sjúkrahúsi vóru tað 10,0 %, sum vóru ótrygg við at fara heim og á Landssjúkrahúsinum vóru tað 14,4 %, sum vóru ótrygg við at fara heim.
Hetta eru allir spurningar, sum hava við samskifti at ger. Tað áhugaverda við samskifti er ikki, hvat vit gera ella siga, men tað áhugaverda er hinvegin ”effektin” av tí, sum gjørt ella sagt verður. Tíbetur er tað ikki komið so langt enn, at eitt smíl og vanlig fólkaligheit stendur á fíggjarlógini.
Hølisviðurskifti.
Viðvíkjandi spurninginum um heildarfatanini av lokalunum á sjúkrahúsinum, góvu 62,7 % av sjúklingunum á Suðuroyar Sjúkrahúsi samlaða heildarfatanini hægsta karakter. 26,8 % á Landssjúkrahúsinum, og bert 20,2 % av sjúklingunum sum lógu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, góvu fysisku rammunum hægsta karakter.
Júst viðvíkjandi hesum – teimum fysisku karmunum, er tað, at vit, hóast blíð sný og jaligt lyndi, ikki fáa gjørt tann stóra munin. Tí vilja vit, nú góðskan skal betrast, heita á landsins polittikara um sum skjótast at gera nakað munagott við tær fysisku rammurnar á Klaksvíkar Sjúkarhúsi. Allar hinar spurningarnar skulu vit nokk gera okkara besta at betra um svarini uppá.
At enda vilja vit fegin takka Almanna- og heilsumálaráðnum fyri hetta nýggja amboð, í góðskumenningini av sjúkrahúsverkinum. Lat okkum tí bretta upp um armar og hyggja frameftir. Jú betur samstarvið verður innanveggja og sjúkrahúsanna ímillum, betur verður heildar upplivingin hjá sjúklinginum, og skuldi hetta sást aftur í næstu kanning sum verður um tvey ár.
Vinarliga heilsanir við ynski um eitt gott 2008.
Røktarstarvsfólkið á medisinsku deildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.