Hví ikki spara upp í góðum tíðum ístaðin fyri at lána í ringum tíðum?

Fróði Magnussen
---

Eftir 7 góð ár koma 7 rak ár stendur í halgubók. Gamal vísdómur. At vit hava skiftandi tíðir, har vit eitt skifti hava búskaparliga viðrák fyri síðan at koma í búskaparliga mótgongd er framvegis galdandi. Nú verður ført fram at til ber at lána pening í ringum tíðum, men hvat við at gera tað øvugta? Hvat við at spara upp í góðum tíðum? Hevði hetta ikki verið betri fyri okkum, sum her búleikast? Hjáárini av búskaparligari sveiggjum høvdu verið minni (sjá strikumynd niðanfyri).
Hví sparir landið, tá ikki upp í góðum tíðum? Svarið er heilt einfalt, at politiska skipanin megnar ikki at standa ímóti ynskjum veljarans í góðum tíðum. Tað er nærum ógjørligt at føra fram, at ein uppgáva ikki verður loyst samstundis, sum fíggjarlógin vísir eitt yvirskot á t.d. 500 milliónir. Fáir politikarar høvdu haft dirvið at staðið fram við slíkum boðskapi og teir, sum høvdu haft hettar dirvið, høvdu neyvan verið afturvaldir. Hugsi tykkum at staðið “fyri opnari mikrofon” og nokta at gjørt okkurt átak innan sosiala økið meðan fíggjarlógin vísti eitt yvirskot uppá fleiri hundrað milliónir við tí próvgrund, at vit skula spara upp til verri tíðir.
Skal landið spara upp í góðum tíðum, so vit hava nakað at standi ímóti við í ringum tíðum, tá er neyðugt við greiðum lógar karmum fyri okkara fíggjarpolitikki. Høvdu vit tað, tá varð ikki neyðugt enn einaferð at fara út at lána pening soleiðis, at útreiðslurnar til rentur gerast ovurhonds stórar, umframt vit liva av nái frá lánveitarum.
Seinastu árini eru átøk gjørd rættan vegin. Vit hava t.d. fingið Búskaparskipan Landsins (1996), játtanarlógina (2009), búskaparskipan fyri kommunurnar (2010) og búskapargrunnin (2011), men skal tað eydnast at spara upp í góðum tíðum, verður neyðugt at fara longur á hesi leið. Hyggur ein eftir tilmælum frá serfrøðini, tá sigur OECD millum annað í fylgjandi frágreiðing “FISCAL CONSOLIDATION: LESSONS FROM PAST EXPERIENCE” (Kelda www.oecd.org/dataoecd/21/33/38628499.pdf) at skilagott og neyðugt er at hava hesar reglar:
- “Budget target” tvs. javnvág millum inntøkur og útreiðslur yvir tíð t.d. 5 ár.
- “Expenditure target” eitt hægsta mark fyri vøkstri í útreiðslunum.
- “Rule to deal with windfall revenues” óvæntaðar inntøkur verða beindar í búskapargrunn.
- “Golden rule” tað er ikki loyvt at læna til nýtslu bert til íløgur, sum koma framtíðar ættarliðum tilgóðar.

Fleiri av hesum tilmælunum eru sjálvsøgd, tó at reglan um javnvág millum útreiðslur/inntøkur “Budget target” og eitt hægstamark fyri útreiðsluvøkstri “Expenditure target” sýnast at røkka sama endamálið. Hví so hava báðar? Jú í góðum tíðum, tá inntøkurnar vaksa skjótt, er neyðugt at tálma vøksturin í almennu útreiðslu vøkstrinum. Hetta til tess at tálma ein búskap, sum frammanundan er heitur, men eisini at tryggja okkum, at vit ikki átaka okkum útreiðslur, ið vit ikki klára at varðveita tá búskapurin javnar seg aftur. Við øðrum orðum mugu vit tálma útreiðsluvøkstrinum og spara upp! Harvið fara vit at føra ein konjukturmótgangandi fíggjarpolitikk heldur enn ein konjukturviðgangandi fíggjarpolitikk, sum vit hava sæð mong dømi um nógvu seinastu árini. OECD kanning vísir á, at besta úrslit fáa vit við at samantvinna hesar reglur, t.d. við at samantvinna Budget target og Expenditure target. Okkara egna serfrøði kemur eisini við tilmæli, ið bera á henda ella sama bógvin. Frágreiðingarnar eru at finna á www.buskap.fo og www.landsbank.fo.
Ímynda vit okkum, at ein tílík lóg bleiv viðtikin, tá høvdu árinini verið jalig. Fyri at geva eina mynd av hesum ber til at seta hetta dømi upp.
Læt okkum gera eitt modell, har nýtslan fyri komandi ári er ein samanseting av inntøkunum tey seinastu trý árini (Expenditure target : eitt hægsta mark fyri vøkstur í útreiðslunum). Læt okkum viga hesi tølini soleiðis, at tey, sum eru nýggjast, viga mest, meðan tey, ið eru eldri, viga minni. Í 2010 hevði fíggjarætlanin verið ein samanseting av inntøkunum í tíðarskeiðinum 2007 -2009. Ein kundi viga hesi tølini soleiðis, at árið 2009 vigar 40%, árið 2008 30% og árið 2007 vigar 30%, samlað 100%. Gera vit hetta fyri søgulig tøl, høvdu vit fingið eina samanseting, sum er víst í talvu A.
Talvan er fyri tíðarskeiðið 2001 til 2010.
Er ynski um størri trekleika ber til at taka fleiri ár við í modellið.
Til tess at geva eitt betri yvirlit yvir úrslitið av einum slíkum modelli ber til at seta talvu A upp í eina strikumynd.

Myndin vísir eitt nú greitt, at í tíðarskeiðinum 2006 til 2008 hevði modellið virkað konjukturmótgangandi. Hesi modell høvdu soleiðis merkt, at vit í bestu tíðum tálmaðu nýtsluna (vøksturin í útreiðslunum). Modellið hevði hinvegin til aðrar tíðir loyvt størri nýtslu. Hetta er til dømis galdandi í 2009. Ein skal tó leggja til merkis, at myndin ikki tekur hædd fyri tí sannroynd, at um nýtslan minkar orsaka av modellinum, tá hevði inntøkan eisini minkað nakað orsaka multiplikatoreffektini.
Samanumtikið vísir myndin, at broytingarnar yvir tíð høvdu verið minni, og harvið høvdu møgulig sveiggj, verið minni, til gagns fyri okkum øll. Vit sleppa harvið undan ov stórum neiligum árinum av búskapar sveiggjum. Neilig árin, sum hava bæði sosialar og fíggjarligar avleiðingar.
Ein onnur jalig avleiðing hevði verið, at vit í góðum árum høvdu spart upp til verri tíðir. Seta vit eina strikumynd upp, ið vísir hvussu uppsparingin hevði verið, um landið brúkti nevnda modell heldur enn tað, sum veruliga hendir, tá fáa vit strikumynd 2.


Strikumyndin vísir, at verður hugt at tíðarskeiðinum frá 2003, tá landið hevði nøkulunda javnvág millum inntøkur og útreiðslur fram til 2008, tá kreppa byrjar, so kundi landið í umrødda tíðarskeiðið, spart meira enn 1 milliard krónur upp. Eitt er, at hettar hevði verið konjukturmótgangandi fíggjarpolitikkur, kanska eitt sindur teoretisk hugtak, men alt peningur, sum kundi verið brúktur heldur enn nú at læna hann.
So hví ikki spara upp heldur enn at lána? Spar tá ið tú hevur, so nakað er at taka til, tá ið tað krevur.