Í Kirkjubø situr ein sniðgevi, sum ikki blaðung fór á skúlabonk, og sum nú, 2 ár seinni, taldist millum tær fýra, ið sýndi fram, tá Listastevnan varð sett.
Borgný Dam Patursson hevur júst lokið 2 ára útbúgving á Københavns Mode- og Designskole. Hóast ikki blaðung, so var felagsskapurin við tey ungu eingin trupulleiki, sigur Borgný.
Til endaligu framførsluna gekk toppmodellin frá New York, Oliver Bjerrehus í klæðum frá henni, tí honum dámdi tey so væl.
Borgný fekk bestu viðmæli, m.a. tí, at hon sjálv hevur sett saman, gjørt hvørt plagg sjálv og har umframt skapt eitt nýtt slag av klæði. Hon arbeiðir núr við gaze, sum hon vevur seyðaskinn ímillum
Borgný sigur, at hon hevur altíð vevað og bundið. Hon hevur verið á ymsum skúlum. Tá hon á sinni flutti til Føroya, eftir 18 ár í Danmark, fann hon einki at búgva í í Havn, men fór til Fugloyar. Har lærdi hon um ull og at nýta hesa. Hon hevði síðani framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har alt varð selt.
Borgný heldur, at nógvir møguleikar eru í Føroyum, tí hetta verður mett sum lítið, og unikt land.
Eisini eru føroyingar so glaðir og takksamir, tá onkur ger okkurt úr føroyskum tilfari. Slíkur poistivur andi er við til at skapa áhuga og dirvi at halda fram við slíkum arbeiði, metir Borgný, ið fegnast um, at føroyingart soleiðis stuðla hvønn annan.
Dýr marknaðarføring
Borgný er nú heima aftur í Kirkjubø og skal nú í gongd við at geva snið,framleiða, selja og annars alt, ið hoyrir til, tá ein ætlar sær at liva sum designari.
Men eittnú marknaðarføring er dýr. Til sýningina, tey gjørdu á skúlanum, savnaðu tey eini 100.000 krónur. Stuðul fekst eingin úr Føroyum, viðmerkir Borgný.
Tað, ið Borgný fæst við, er eksklusivt design, tað vil siga av dýrara slagnum. Hetta er eingin loyna.
Málið hjá Borgný er at koma í t.d. Bellacentrið og yvirhøvur at koma út um landoddarnar og koma fram har og gera Føroyar kendar har.
- Eg má hava ferð á, eg havi ikki stundir at bíða. Onnur siga við meg, at tey nú ætla á pensjón, men eg vóni at arbeiða eini 10 - 20 ár afturat, smílist Bogný Patursson.
Hon vísir á mongu møguleikarnar við heimasíðum og øðrum.
Hon heldur, at ofta verður føroyskt handverk ov lítið mett. Konur sita og binda nærum ókeypis, sigur hon, og dylir ikki, at hennara pløgg eru ekslusiv og ikki so nógv eru av hvørjum slag.
- Klæðir av sama slag kosta aðrastaðni, t.d. Finnlandi, eini 7 - 8000 krónur. Vit kunnu gera hetta líka gott, siogur Borgný og metir, at eitt sindur av politiskari vælvild má til.
- Stuðul verður givin til so nógv, t.d. mjólk. Hví ikki til ull?, spyr Borgný, ið væl skilir bøndur, ið ikki tíma at fáast við seyðaskinn, tá einki fæst fyri tey.
- Vit høvdu lutafelagið Skinn. Men tað kostaði okkum meira at garva í Føroyum, enn at senda eina bingju av landinum til Svøríkis. Tá er ikki alt rætt, heldur Borgný, ið heldur, at okkurt ljóst høvd átti at uppfunnið eina maskinu at nappa við, tí hesum er brúk fyri.
Í hugnaligu húsunum í Kirkjubø verður prátað um møguleikar og framtíð, meðan nýmótans pløgg úr føroyskum tilfari liggja á borðinum.
Borgný rósar føroysku modellunum, ið sýndu fram til setanina av Listastevnuni, og annars fólkunum aftanfyri pallin.
Tær fýra, ið sýndu fram, eru glaðar fyri, at tær fingu henda møguleika, hóast tær skuldu vísa tað, ið tær hvør í sær høvdu, uppá einar 4 - 5 minuttir hvør.
- Borgný er glað fyri felagskapin við hinar sniðgevararnar, tí fakið er spennandi, og gott er at vera millum fólk, ið fáast við tað sama.
- Nú er eftir hjá okkum at stovna eitt felag, sigur Borgný.
Ætlanir
Fyri framman fyri designaran í Kirkjubø, liggur ein framtíð, ið hon sær í ljósinum av arbeiði og annars ferðum.
Sniðgevar arbeiða við tí, ið skal koma um eitt ár, so tað hevur týdning at fylgja við í, hvat hendir á økjinum.
Prátið gongur í Kirkjubø, har ein troyttur sniðgevi greiðir frá, eftir dagsins sýning. Ætlanir og møguleikar verða endavendir, eins og snotuligu pløggini á borðinum, og metingar og hugskot tróta ikki.
- Í Noreg hava t.d. flogternurnar serligar uniformar. Hví ikki gera tað sama her hjá okkum, í staðin fyri tað vanliga, keðiliga, sigur Borgný, sum saman við hinum fýra sniðgevunum nú skal kring landi við Listavtevnu Føroya at sýna fram.
Og áhugin er stórur fyri pløggunum og Borgný hevur nú samband við fólk í t.d. Noreg, ið leggja seg eftir eksklusivum designi.