Meðan summir flokkar siga seg fara á fólkating fyri ikki at blanda seg, og aðrir ætla sær hagar fyri at virka fyri avtøku av hesum sessum, so er Miflokkahugsanin ein heilt onnur. Vit meta hesar sessir vera eitt aktiv fyri føringar, eitt aktiv, sum, í røttum hondum, kann verða Føroyum og føringum til stórt gagn. Tí vildi eitt Miðflokka-umboð eisini farið á fólkating at virka fulltíðar.
Miðflokkapolitikkur fer um landamørk?
Spyr tú hvørjar møguleikar eitt Miðflokkaumboð hevur á fólkatingi, so er svarið, at vit meta møguleikarnar at vera ótaldar.
Fyrst av øllum er Miðflokkapolitikkur ikki ávirkaður av landamørkum, so etiski, moralski, sosiali, uttanríkis, búskapar ella vinnupolitikkur Miðfloksins, fyri at nevna dømir, vildi verið at hoyrt á fólkatingið ájavnt við sjónarmið donsku flokka. Umframt hetta vildi Miðflokkaumboðið nýtt alla orku aftur og aftur at kunna danir, í fólkatinginum og í donskum fjølmiðlum, um Føroyar og serføroysk viðurskifti.
Týdningurin av at kunna danir um Føroyar.
At tey, sum stýra á danatingi, eru nóg væl kunnaði um Føroyar, er sera umráðandi, og royndir mínar, frá samstarvi við danir, eru, at so er ikki. Hetta ber m.a. við sær, at lítið atlit verður tikið til serføroysk viðurskifti, tá t.d. danskar lógir verða settar í gildi her heima. Hesar lógir dana eru jú nærum allar komnar úr ES, sum Føroyar ikki eru limir í. Men Føroyareru jú ein lítil tjóð sammett við hesar stóru, og umráðandi er, at taka hædd fyri tí. Alt ov ofta enda vit við torskildum og óneyðuga umfatandi lógum, sum hótta við at kvala okkara lítla samfelag.
Eitt Miðflokkaumboð vildi havt eitt vakið eyga við lógarøkinum og roynt at sett serføroysk fingramerki á tær lógir, sum fyrr ella seinni kundu hugsast at verðið settar í gildi í Føroyum.
Umframt beinleiðis lógir verða eitt ótal av avgerðum tiknar á fólkatingi, sum beinleiðis ella óbeinleiðis ávirka Føroyar. Eitt Miðflokkaumboð hevði verið aktivt og væl fyrireikað tilstaðar at ávirka eina og hvørja avgerð, sum kann hugsast at fara at ávirka land okra nú ella seinni.
Ein aktiv hjálp til útisetar.
Saman við beinleiðis politiskari ávirkan á fólkatingi vildi eitt miðflokkaumboð verið tøkt at veitt føringum í Danmark, einstaklingum ella fyritøkum, sum tørva ráð og hjálp, eina hjálpandi hond.
Fáa føroysk sjónarmið út í heim.
Samanumtikið metir Miðflokkurin fólkatingssessirnar verða frálíkar møguleikar at fáa føroysk sjónarmið út í heim. Ístaðin fyri einvíst at leggja seg undir sokallaðu alheimsgerðini, vil Miðflokkkurin kunna um tær dygdir, sum føroyska samfelagið hevur. Dygdir, sum flestu eru arvaðar frá forfedrunum og mangan grundaðar á klett. Vit meta tað týdningarmikið og ein forrætt at kunna breiða hesar víðari út til aðrar tjóðir og onur fólk.
Vón okkara er, at enn fleiri fara at atkvøða øðrvísi við hetta fólkatingsvalið. Ein atkvøða fyri einum miðflokkaumboði á fólkating er ein góð íløga.