Hví ræðast teir privata initiativið?

Og vit sum hildu, at vit høvdu eitt borgarligt ultra­li­be­ralt landsstýri.

Men tað hava vit ikki, um vit hyggja upp á vinn­u­pol­i­tikkin og vilj­an hjá landsstýrinum at priv­atisera almennar fyr­i­tøkur.

Áðrenn Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen bleiv løgmaður og Jørgen Niclasen yvi­r­toll­ari í glas­húsinum á Argjum, hvødu vit ein vinstravendan javn­að­ar­løgmann, Jóannes Eidesgaard.

Eidesg­aard kláraði tað, sum borg­arligir politikarar hava tosað um í áravís, at priv­atisera almenna Føroya Banka og fyrsta partin av At­lants­flog. Men so fingu vit bor­g­arliga stýrið, og stíg­ur kom í. Nú er einki tosa um privatisering. Nú spek­u­lera teir borgarligu, hvussu teir kunnu nationalisera At­lants­flog.

– Nei, ikki er politikkur al­tíð lætt­ur at skilja – men at teir ráð­andi eru lib­e­r­a­lir og trúgva upp á markn­að­ar­kreft­irnar, man tað ikki vera ein býur í Kina...