Hvør bað um broytingar?

Maskinmeistarafelagið, Jógvan Nybo
··

Maskinmeistarafelagið vil hava Bjørn Kalsø, landsstýrismann, at greiða frá, hvat manningarfelag hevur biðið um at fáa broytingar gjørdar í manningarlógini((Í útvarpssamrøðu í gjarkvøldi siga tygum, at talan er um eina misskiljing um feløgini tulka fraboðanina frá Skipaeftirlitinum soleiðis at hoyringsviðmerkingar møguliga ikki verða tiknar við.(Fylgjandi er tað teldubrævið, ið vit móttóku frá Skipaeftirlitinum. Vit fara at heita á tygum um at greiða frá, hvat tað er fyri ein misskiljing ið hesari fráboðan, ið tygum sipa til í samrøðuni við útvarpið.(Tygum nevndu eisini, at okkurt manningarfelag hevur biðið um at fáa broytingar gjørdar í manningarlógini. Vit fara við hesum at spyrja, hvat manningarfelag hevur biðið um broytingar.
Teldubrævið frá Skipaeftirlitinum til Maskinmeistarafelagið:
»Góðan dagin, (Viðheft uppskot til løgtingslóg um manning av skipum til hoyringar. Uppskotið verður eisini sent gjøgnum vanligan post í dag. (Av tí, at uppskotið skal leggjast fyri løgtingið í hesari tingsetuni, er hoyringsfreistin í seinasta lagi 17. februar 2006.(Hoyringsviðmerkingar skulu sendast til Skipaeftirlitið. (Møguliga eru ikki stundir til at taka allar hoyringsviðmerkingar við í hesum umfari, men kann hetta gerast seinni í sambandi við eina endurskoðan av lógini. (Vónandi verður borið yvir við tí stuttu freistini.«