Hvør er tað nú, sum brýtur samgonguskjalið?

Fólkaflokkurin vil ikki tiðna blokkin. Og tað vil Javnaðarflokkurin heldur ikki.

Harvið bróta teir samgonguskjalið, tí í staðin fyri, at blokkurin eigur at hækka við negativum búskaparvøkstri sambært samgonguskjalinum, verður úrslitið ein reel lækkingin

Sambandsflokkurin hevur skotið upp fyri samgongufeløgum sínum, Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum, at strika fastfrystingina av blokktilskotinum úr Danmark. Hetta hevði givið beinleiðis yvir 100 mió. kr meiri í landskassan. Men taka vit við, tað hesin peningur hevði givið afturat í skatti og avgjøldum, er talan um ikki minni enn 250-300 mió kr!

Hetta hevði komið sera væl við hjá teimum sjúku, gomlu og veiku, nú sjúkrahúsverkið ikki hevur ráð at hava skurðstovurnar opnar, ikki hevur ráð at luttaka í katastrofuvenjingum, psykiatrisk deild letur aftur, medisintilskotið verður lækkað, hjálpin til tey menningartarnaðu verður skorin o.s.fr.

Fólkaflokkurin ikki sosialt medvit

At Fólkaflokkurin ikki tekur undir við uppskoti Sambandsfloksins, er kanska ikki at undrast yvir, tí flokkurin - í sjálsvstýrissamgonguni við Annfinni Kallsberg sum løgmanni - gekk á odda fyri at lækka og fastfrysta blokkin.

Fólkaflokkurin hevur eina turkatrúgv uppá, at við at skerja blokkin og tilpassa útreiðslurnar, sum altíð fyrst og fremst fara at raka tey sjúku, gomlu og veiku, fáa vit í Føroyum ein sjálvberandi búskap. Heldur áttu vit fyrst at fingið ein sjálvberandu búskap. Síðan kundu vit heldur lækka blokkin.

Sjálvur tykist Fólkaflokkurin ikki at halda, at hann skal gera nakrar tilpassingar – tak bara tað púra óneyðuga og høpisleysa Uttanríkisráðið (havi hug heldur at kalla tað Ráðið uttan ríki) – har tað longu starvast 50 (ja hálvtrýss) fólk.

Javnaðarflokkurin vorðin loysingarflokkur

At Javnaðarflokkurin heldur ikki vil vera við til at tiðna blokkin undrar kanska meir. Harvið hevur hann víst, at loysingarvongurin hevur fingið fastatøkur á flokkinum, og at kensluborið sjálvsstýristvætl hevur størri týdning enn basalu virðini, flokkurin bleiv stovnaður upp á - at verja tey sjúku, gomlu og veiku.

Bróta samgonguskjalið

Við ikki at vilja tiðna blokkin bróta Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin samgonguskjalið, sum sigur, at blokkurin skal lækka við 15% av reella búskaparvøkstrinum roknað yvir 5 tey seinastu árini.

Tá ið búskaparvøksturin er negativur, eigur lækkingin av blokkinum sjálvandi eisini at vera negativ – altso ein hækking av blokkinum. Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin fremja við onki at gera eina reella lækking av blokkinum, sum er nógv størri, enn lækkingin vildi verið sambært samgonguskjalinum, sjálvt í góðum tíðum.

Og hetta gongur út yvir tey sjúku, gomlu og veiku.

Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin uden for pedagogisk rækkevidde

Hóast løgmaður hevur gjørt, hvat hann kann fyri at sannføra Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin um tað skilagóða í at tiðna blokkin upp, eru teir ikki at vika. Teir eru snøgt sagt sum danir siga tað uden for pedagogisk rækkevidde. Og hetta má løgmaður so góðtaka, soleiðis er demokratiið bara.