Fyri stuttum varð greitt hvørjir evropeiskir filmar eru við í kappingini um ársins evropeisku filmsvirðisløn, sum nevnd verður Felix. Virðislønirnar verða kunngjørdar og handaðar í París í dag.
Norðurlond eru væl umboðað í kappingini. Teir báðir filmarnir, sum fyrr í ár dystaðust um fyrstaplássið í Cannes, eru báðir við. Tað eru ?Dancer in the Dark? hjá Lars von Trier og ?Trolösa? hjá Liv Ullmann. Hesir báðir eru millum teir sjey evropeisku filmarnar, sum dystast um gullið í ár.
Donsku og svensku filmarnir hjá Trier og Ullmann dystast móti tveimum bretskum, tveimum fronskum og einum italskum filmi. Brestku filmarnir eru "Billy Elliot" eftir Stephen Daldry og animatiónsfilmurin ?The Chicken Run?, sum júst hevur gingið herheima. Fronsku filmarnir eru "Harry, un ami qui vous veut du bien" (Harry, ein vinur, ið vil okkum tað besta) eftir Dominik Moll og "Le gout des autres" (Sum hini dáma tað) eftir Agnés Jaouis og italski filmurin er "Pane e tulipani" (Breyð og tulipánir) eftir Silvo Soldini.
Íslendski filmsleikarin Ingvar E. Sigurdsson og svenski leikarin Stellan Skarsgård eru við í uppskotunum, sum sleppa at kappast um at fáa Felix virðislønina sum besti maður á palli. Tað er í fyrra førinum fyri avrikið í íslendska filminum ?Einglar alheimsins?, sum hevur verið sýndur herheima og í seinna førinum fyri norska filmin ?Aberdeen?, sum Hans Petter Moland hevur leikstjórnað. Kappingarneytar um gullið í hesum føri eru bretski Jamie Bell í "Billy Elliot", týski Bruno Ganz í italska "Pane e tulipani" og Krzysztof Siwczyk, sum er við í pólska filminum "Wojaczek".
Bæði íslendska Björk og norska Lena Endre eru í uppskoti at fáa virðislønina sum bestu kvinnuligu leikarar í evropeiskum filmi í ár. Orsøkirnar til hesar avgerðir finna vit ávikavist í filminum ?Dancer in the Dark? og ?Trolösa?. Björk og Lena eru í kapping við evropeisku filmssystrarnar Bibiana Beglau úr Týsklandi, sum er við í filminum "Kvirran eftir skotið", Julie Walters úr Onglandi, sum er við í "Billy Elliot" og Sylvie Testud úr Fraklandi fyri leiklutin í filminum ?Fangin?.
Íslendski filmurin við uttanáskriftini "101 Reykjavík" eftir Baltasar Kormakur og hin svenski kollektivfilmurin "Tilsammans" eftir Lukas Moodysson, er millum teir tíggju filmarnar, sum er í uppskoti til sonevndu Fassbinder-virðislønina. Hetta er virðisløn, sum fer til ein ungan ella nýliga byrjaðan filmsleikstjóra, ið sýnir framúr evni. Tilsamans sekstan Felix virðislønir verða handaðar í París um eina viku, hin 2. desember.
Hóast ilt er at taka dagar ímillum í filmslistini, eins og aðrari myndandi list, so er siður at hava tílíkar stevnur, har virðislønir verða handaðar. Siktið er aloftast av meiri handilsligum, upplýsandi og undirhaldandi slagi, til tess at gera vart við umrøddu filmar. Umframt kapping og staðfesting av list, er ein gullvirðisløn sostatt ein avgerðandi liður í marknaðarføring.