Hvør fær hvat?

Eg eri sjálv ein av teimum fakfelagsleiðarum, ið havi verið til sáttmálasamráðingar nú í summar.

 

Ása Olsen

?????????



Eg eri sjálv ein av teimum fakfelagsleiðarum, ið havi verið til sáttmálasamráðingar nú í summar. Tá Starvsmannafelagið skrivaði undir sín sáttmála við Fíggjarmálastýrið í vár, vóru tað ikki so fáir tinglimir ið átalaðu hesa lønarhækkan. Fleiri av tinglimunum ákærdu Kartin Hansen fyri at nýta hesa lønarhækkan sum valagn osfr.

Lítið visti eg og aðrir fakfelagsleiðarar um tann trumf, hesi somu tingfólk høvdu í lummanum til sín egna fyrimun.

Nú kjakið av álvara hevur tikið seg upp um pensiónina hjá landsstýrisfólkum, so átti tað at verið bæði rætt og rímuligt, at bæði løgtings og landstýrisfólk fáa eina eftirløn, á sama hátt sum vanligi løntakarin, og ikki bara sum eitt eyka bonus omaná eina lønarhækking uppá 60% í 99.

Tað er hugstoytt at sanna, hvussu teir tinglimir, ið ikki untu palleba eina lønarhækking uppá umleið 12% í miðal yvir 2 ár og 7 mánar, nú hava lóggivið sær sjálvum tað teir hava hug til, ella er tað ikki so?

Um ikki fólk høvdu gjørt vart við seg hesuferð, var so málið sent niðan aftur í tingið?

Nei og aftur nei.

Hesir løgtingslimir, ið vóru valdir inn á ting í 1998 koma at fara í søguna sum teir, ið høvdu størst umsorgan fyri sínum egna búki enn nakar annar.

Nógvar útmeldingar hava verið hesum máli viðv. men tað skert ikki burtur, at málið kom ígjøgnum í tinginum uttan nakað hóvasták. Tó hava tingfólk eina tøkk uppiborna, ið ikki atkvøddu fyri uppskotinum.

Eftir at hava lisið bløðini leygardagin og sæð hvat hendan eftirlønin kostar, so kundi eg ikki lata vera við at hugsa, tonk um Heimarøktin hevði fingð ein lítlan part av hesum peningi-.

Hettar eru jú tey tingfólk, ið við vallyftum gjørdu seg til talsmann fyri tey sjúku og veiku.

Nú summar fáa tey gomlu onga reingerð, tí ongin peningur er.