Jógvan Jacobsen,
formaður Unga Tjóðveldisins
Sambandsmenn, t.d. Helgi Abrahamsen og Virgar T. Dalsgaard, siga aftur og aftur, at eingin olja er funnin á føroyskum øki og leggja tjóðveldisfólk undir at lúgva, tá tey siga nakað annað.
Olja er ikki funnin á føroyskum øki, siga sambandsmenninir Helgi Abrahamsen og Virgar Dalsgaard. Hetta er loddrøtt lygn.
Eg kann upplýsa, at olja ER funnin á føroyskum øki. Eitt samtak við Amerada Hess á odda hevur funnið olju. Men samtakið er ikki farið undir framleiðslu - enn.
Samtakið kann fara undir framleiðslu í morgin, um tað vil. Eg havi sjálvur tosað við Amerada Hess, sum váttaði mær hetta, sum eg her upplýsi.
Tað eru hvørki Helgi Abrahamsen, Virgar T. Dalsgaard, Høgni Hoydal ella eg, sum avgera nær og um oljuframleiðsla fer í gongd. Hetta avgera oljufeløgini einsamøll. Men olja er funnin.
Altso eru tað ikki tjóðveldisfólk, sum lúgva um olju, men sambandsmenninir Helgi Abrahamsen og Virgar T. Dalsgaard.