Hvør skal byggja slíkar varðar?

- Hvør skal reisa slíkar varðar sum býráðshúsini hjá Eysturkommunu, um tað ikki eru land ella kommunur, sum gera tað, spyr arbeiðsformaðurin hjá KBH.

Hans Karl Jacobsen hevur starvast sum byggifrøðingur hjá byggifelagnum KBH á Toftum síðan á sumri fyri tveimum árum síðan.

 

Nú KBH byggir serstøku býráðshúsini í Norðragøtu, er Hans Karl formaður á byggiplássinum.

 

Býráðshúsini hjá Eysturkommunu, sum fara at kosta umleið 20 miljónir krónur, verða tilsamans 575 fermetrar stór, og alt verður bygt í einari hædd.

 

- Jú, eg haldi, at hetta er ein spennandi byggiverkætlan. Eg skilji væl tey, sum seta spurnartekin við hesa verkætlan. Hinvegin kunnu vit eisni spyrja okkum sjálvi, hvør skal reisa slíkar varðar, um tað ikki eru land ella kommunur, sum gera tað.

 

Hans Karl Jacobsen sigur, at nýggju býráðshúsini verða liðug fyrst í komandi ári.