Eyðgunn Samuelsen,
formaður í Sosialu Nevnd Klaksvíkar Býráð
??????????????????????????????????
Seinastu vikurnar hava tey stórtíðindi verið í fjølmiðlunum, at Almannastovan flytur út í kommununar við at seta á stovn økisskrivstovur runt um landið. Hetta hevur ljóðað sum um, at nú verður umsitingin lagað til økismenning, og nú kemur umsitingin nærri borgaranum. Lat tað vera sligið fast beinanveg, onki er um hesi tíðindi, komið verður ikki nærri borgaranum enn í dag!! Hetta hevur als onki við økismenning at gera og hevur onki samband við tær ætlannir, ið landstýrið hevur sagt seg at hava um at leggja økir út til kommununar at umsita ? tvørturímóti.
Tað sum í veruleikanum hendir, er at tey mál, ið ikki eru átroðkandi fyri borgaran, skulu liggja hjá eini landsumsiting úti í økjunum. Fyri Klaksvíkina merkir hetta als onki, tí tey eru jú har longu nú, og kommunan hevur als onga ávirkan á hesi øki. Fyri alt tað, so kunnu tey altíð flytast burtur aftur av ovastu leiðsluni, ið framvegis liggur í Tórshavn.
Tey átroðkandi økini, barnaforsorgin og eldraøkið tey skulu miðsavnast í Tórshavn!! Hetta er greitt brot á kommunuálitið, og hetta kunnu kommununar als ikki góðtaka. Tað undrar, at løgmaður, ið umsitir kommunumál kann góðtaka hetta.
Kommunala sjálvstýri.
Sambært okkara stýrisskipan, so hava kommununar rætt at skipa egin viðurskifti undir eftirliti av landstýrinum. Løgtingið ger av, hvussu umfatandi hetta sjálvstýri skal vera.
Kjarnan í tí kommunala sjálvstýrinum er, at kommununar sjálvar kunnu raðfesta tær kommunalu uppgávurnar og skipa fyri, hvussu tær skulu loysast. Tað er sjálvsagt at kommunan er betur før fyri enn landið, at nøkta ynski/tørv borgarans á staðnum. Og tað er eisini sjálvsagt, at kommunan fíggjar tær tænastur, ið hon umsitur. Hetta viðførir eisini, at borgarin dugir betur at skilja kostnaðin av tí kommunala virkseminum og betur kann seta krøv um, hvussu skattakrónurnar vera nýttar.
Hetta er eisini í samljóð við okkara fólkaræði, tí fjarstøðan millum borgaran og tey fólk, ið hann velur, er lítil og tí fær borgarin nógv stórri ávirkan.
Øki, ið kommunan eigur at umsita
Meginreglan er eftir míni áskoðan, at kommunan eigur at umsita øll tey øki, ið viðvíkja gerandisdegnum hjá borgaranum.
Kommununevndin hevur hesa raðfesting:
Fíggjarskipanin
Barnaøkið ? barnaforsorgin og fólkaskúlin
Eldraøkið v.m ? ellis- og røktarheim, heimarøktin
Almannaøkið ? forsorg, eftirløn (møguliga)
Heilsuøkið
Henda raðfesting er gjørd í 1998.
Nevndin leggur aftrat: »Viðvíkjandi barnaøkinum. Í løtuni er barnaøkið tað mest átroðkandi málið hjá kommununum. Nevndin mælir tí til, at hetta økið verður fyrst latið kommununum. Tað snýr seg bæði um barnaforsorgina og fólkaskúlan. Eitt annað mál sum eisini er átroðkandi hjá kommununum í løtuni er eldraøkið, og mælir Kommununevndin tí til, at hetta verður næsta uppgávan, latin verður kommununum.« (Kommunuálitið, Táttur II,s.119).
Samband millum orð og gerðir
Sum eg nevndi í byrjanini, so eru tað júst barnaforsorgin og eldraøkið, ið nú skulu miðsavnast í Tórshavn. So ilt er at síggja, hvat politikkurin hjá landsstýrinum er. Verður barnaforsorgin miðsavnað í Tórshavn, so verða vit einasta land í norðanlondum, har hetta økið ikki er kommunalt. At tænastan, ið borgarin fær bæði verður dýrari, liggur longri vekk og alt annað líka eisini dýrari enn í dag, fara vit als ikki at góðtaka.
Kommununar ynskja at yvirtaka hesi øki, so vit sjálvi kunnu ráða yvir egnum viðurskiftum og sjálvi kunnu standa til svars yvir fyri egnum borgarum. Tann stóri spurningurin er, hvat landsstýrið vil.