Hvør velur KRÍM?

Trúði tú eisini, at koppsetingin móti krími var ókeypis fyri allar pensjónistar?

Nei, tað er hon ikki.

Hon er ókeypis fyri fólkapensjónistar, t.e. tey frá 67 árum og eldri.

Fyritíðarpensjónistar mugu sjálv gjalda fyri hesa koppseting. Tað uttan mun til um tað vegna heilsuveikleika er alneyðugt at fáa koppsetingina.

Fleiri fyritíðarpensjónistar eru fólk við veikari heilsu.

Summi fólk, sum ikki meta slíka koppseting vera neyðuga, velja neyvan at fylgja vegleiðing frá læknanum, um so er, at hetta kostar teimum 250,-.

Og tað er væl skilligt. Um vit altíð gjørdu tað, sum er best fyri okkum sjálv, so sá heimurin heilt øðrvísi út. Men tað er sannroynd, at menninskjan í summum føri ikki metir seg sjálva vera nóg týdningarmikla. Hetta kann fáa avleiðingar, sum eru torførar at meta um frammanundan.

Um samfelagið metir tað vera kostnaðarliga meira forsvarligt, at fólk koppseta seg móti krími, átti vit eisini at borið so í bandi, at allir pensjonistar fáa koppsetingina ókeypis. Tá velur tú sjálv og skal ikki hugsa um, hvørt tú vilt brúka av tínum egnu fáu krónum.

Tá velur samfelagið fyribyrging og góða fólkaheilsu fyri allar pensjonistar.