Hóast løgreglan hevur gjørt fleiri avhoyringar, hevur hvørgin av skuldsettu monnunum játtað seg sekan í at hava sett eld á AA-húsini á Tinghúsvegnum.
Húsini hjá AA-felagsskapinum á Tinghúsvegnum í Havn fingu stóran skaða í eldsbrunanum í juli í fjør. Nú verða húsini tikin niður, men enn er eingin ákærdur fyri eldsbrunan.
Fundarvirksemið hevði verið í húsunum hendan dagin, men løgreglan kom tó eftir, at onkur hevði brotið inn í húsini seinni á kvøldið og síðani sett eld á tey.
Fund av staðnum vóru send til Danmarkar til kanningar, og hóast løgreglan langt um leingi hevur fingið svar, í novembur, so er tað enn ikki eydnast at finna fram til, hvør hevur sett eld á.
Fleiri fólk hava verið til avhoyringar í samband við málið. Tveir mans hava verið skuldsettir fyri eldsbrunan, men hvørgin teirra hevur játtað seg sekan í málinum.