Fótbóltur
Vit skrivaðu í leygardagsblað okkara, at fyri bæði EB/Streym og TB var tað av altavgerandi týdningi, at dysturin sunnudagin ikki varð taptur. Javnleikur varð úrslitið, og í so máta kunnu báðir partar helst vera so hampuliga nøgdir um úrtøkuna, tó at samansetta liðið við Streymin helst iðrar seg um, at tvørámenn fingu javnað somikið seint í dystinum.
Vindurin stýrdi
Tað var nakað væl av vindi eftir vøllinum á Tvøroyri, og hetta ávirkaði í stóan mun spælið.
Fyrra hálvleik vóru tað fyri tað mesta gestirnir, sum trýstu, men í mun til fleiri av undanfarnu dystunum, so tykjast tvørámenn nú at hava fingið tamarhald á verjupartinum, og tí eydnaðist tað sjáldan gestunum at spæla seg fram til teir heilt stóru møguleikarnar. Ta einu ferðina var tó um reppið, at Marni Djurhuss, sum spældi á miðvøllinum fyri skadda Jákup Martin Joensen, stútaði bóltin í netið, og eina aðra ferð fekk verjuleikari ruddað í evstu løtu, men samanlagt bendi alt á ein málleysan hálvleik.
Beint fyri steðgin eydnaðist tó EB/Streymi at fáa hol á. Ingi Hansen, sum nú aftur er at síggja á liðnum hjá EB/Streymi eftir útlegd á Skálafjørðinum royndi at bróta ígjøgnum. Tað eydnaðist tó verjuni at tackla bóltin av honum, men leðurkúlan støkk út til Hans Paula Samuelsen, sum ikki ivaðist, men langaði bóltin í kassan av brotsteigarmarkinum.
Vakurt mál
Í seinna hálvleiki var støðan júst hin øvugta. TB hevði nú vindin undan, og tá gestirnir samstundis royndu at verja leiðsluna, sum teir vunnu sær beint fyri steðgin, var skjótt, at spælið nú varð trýst oman Gunnari á Steig í málinum hjá EB/Streymi.
Sjálvur hevði málverjin tó ikki fyri neyðini at fremja tær heilt nógvu bjargingarnar. Verjan við fyrst og fremst Knút Vesturtún og Andrzej Pacek stóð seg allan hálvleikin sera væl, og tó at TB trýsti og trýsti, so var talan sjáldan um teir heilt stóru møguleikarnar.
Eins og tað hevði víst seg hjá gestunum fyri steðgin, so fekk TB tó løn fyri stríðið, tá smáir tíggju minuttir vóru eftir at spæla. Ein langur bóltur var sendur innfyri, og eftir at bólturin fyrst var stútaður tvørt fyri í brotsteiginum smekkaði Vladimir Matijivic til, so bólturin spílaði meskarnar uttan møguleika hjá málverjanum.
Sum skilst á pørtunum báðum, so var talan um eitt hampuliga rættvíst, tó at báðir partar iðra seg um, at teir ikki megnaðu at standa ímóti trýstinum eina lítla løtu afturat.,
Hinvegin, so var tað týdningarmesta sum nevnt, at dysturin ikki var taptur, tí hetta vildi viðført, at frástøðan upp til næstu áttanda plássið á talvuni vaks í trý stig.
Nú eru liðini bæði ájøvn í stigum, trý stig framman fyri botnliðið av Skála. Komandi vikuskifti hava bæði torførar dystir, tá tey skulu spæla ímóti ávíkavist NSÍ og B36, men eftir hetta verður talan hjá TB um dyst, sum kann fáa sera stóran týdning fyri botnstríðið. Tá kemur Skála nevnliga á vitjan á Tvøroyri, og kastar tann dysturin trý stig av sær, er lítið at ivast í, at tvørámenn kunnu draga andan heldur lættari í summarfrítíðini.
Dysturin í tølum
TB-EB/Streymur 1-1 (0-1)
0-1: Hans Pauli Samuelsen, 45
1-1: Vladimir Matijivic, 82
Dómari: Lassin Isaksen
TB: Lars Müller - Andras Nolsøe, Vladimir Matijivic, Nebosja Urtajl, Olivur Abrahamsen, Tórður Mortensen - Jón Tórur Holm, Allan Michelsen, Bárður Dimon, Dan Mortensen - Aleksandar Radosavljevic
EB/Streymur:: Gunnar á Steig ? Christian Carlsson, Knút V. Vesturtún, Andrzej Pacek, Hallur Jacobsen ? Teitur Joensen, Marni Djurhuss, Ronnie Samuelsen, Hans Pauli Samuelsen ? Sorin Anghel, Ingi Hansen