Hvørgin vil missa

Taparin av dystinum í Gundadali hevur fyri eina tíð mist sambandið við oddin, og tí fara bæði liðini eftir sigrinum

 

HB-VB:


Upptakt


Tað verða tvey svong lið, sum fara á vøllin í Gundadali sunnudagin. Heimaliðið, HB, tapti um vikuskiftið tveir týðandi dystir, og hetta tykjast leikararnir at vera sera uppsettir upp á at venda. Rúni Nolsøe, sum nú er liðskipari hjá HB, men sum eisini hevur verið stuðulsleikari hjá VB, sigur í øllum førum, at nú skulu HB-leikararnir reisa seg aftur.

- Skulu vit í oddin, so mugu vit vinna heimadystirnar, men tað verður sera tungt sunnudagin. Ikki minst, nú bæði Andrew og Jóhannis eru úti við skað.

Teir báðir landsliðsleikararnir vórðu báðir skaddir um vikuskiftið, men hinvegin tykjast allir hinir leikararnir at vera væl fyri. Sjálvur hevur Rúni vant við fullari ferð, eftir at hann annars hevur verið plágaður av skaða, og eisini er Bárður Mortansson nú um at koma fyri seg.


Nýtt álop

Vágbingar taptu á heimavølli móti KÍ fyri viku síðani, og eisini hjá teimum er galdandi, at ein sigur er sera týdningarmikil hjá teimum.

Gisli Sveinbjørnsson, sum hevur verið skaddur, men sum verður við í hópinum hesa ferð, sigur, at teir í øllum førum fara til Havnar eftir sigrinum.

Hann ivast tó ikki í, at talan verður um eina torføra uppgávu. Robert Cieslewicz hevur leikbann, og harumframt dregist leikandi venjarin, Krzyztof Popczynski, við ein skaða í lærinum, og spurningurin tykist vera, um hann verður tøkur. Tað merkir so í øllum førum, at broytingar skulu henda í álopinum, men her tykjast vágbingar at hava ein lítlan trumf. Birgir Jørgensen hevur ikki vant so nógv í ár, men vandamikli maðurin hevur skotið hópin av málum triðju deild. Hesa ferð verður hann helst við á besta liðnum, og so er spurningurin, um hann megnar at halda VB í oddinum.