Áhugavert er at lesa búskaparfrágreiðingina fyri 2002. Sum altíð er tað ógvuliga áhugavert at síggja, hvat her verður sagt, og ikki ber til at hava eitt skilagott orðaskifti um búskaparstøðu Føroya, uttan hetta íkastið, har serfrøðin, ella í hvussu so er partur av henni, ger sína meting av støðuni.
Eitt er serfrøðin, og eitt annað er, hvat politikarnir vilja. Tann politiska diskussiónin um, hvat man vil í føroyska samfelagnum eigur at hyggja at, hvørji mál, vit eiga at seta okkum sum fólk. Skal málið verða so høg framleiðsla pr íbúgva sum møguligt? Kanska hetta burdi verið framleiðsla pr arbeiðstíma. Skal málið verða eingin inflatión? Skal málið verða fjøltáttan av búskapinum? Her raka vit við eitt annað, ið verður tikið upp í frágreiðingina fra Búskaparráðnum. Er tað landsins uppgáva ígjøgnum vinnupolitisk tiltøk, at skunda undir ávísar vinnur? Hví júst KT vinnuna, sum Vinnumálastýrið hevur fokuserað uppá í seinastini? Er hetta politisk bending av marknaðinum?
Tað, ið treingir til er eitt vinstra høgra orðaskifti um generel mál viðvíkjandi búskapar- og vinnupolitkki. Skal so høgur búskaparvøkstur sum gjørligt gerast eitt mál í sjálvum sær? Kundi man ikki havt ein eitt sindur lægri búskaparvøkstur við einum øðrvísi arbeiðsmarknaði? Tað eru tey, ið halda, at tað er nógv fyri, at vit ár eftir ár erpa okkum av einum høgum búskaparvøkstri, men klára ikki so mikið sum at hava ansing til øll okkara gomlu. Lat okkum fáa eitt ideologiskt politiskt kjak, óheft av tendensiøsum ynskitankum, sum at marknaðurin klárar at regulera seg sjálvan, tí tað klárar hann ikki altíð. Landsstýrismaðurin í Vinnumálum hevur ivaleyst eisini viðgingið hetta, tá hann brúkar landisins pening uppá stimbran av ávísum vinnum.
Eitt annað orðaskifti kundi verið um protektionismu. Føroyskur vinnupolitikkur er merktur av protektionismu, men ikki fært tú nógvar borgarligar kreftir at viðganga hetta, tí tað er jú ikki í tráð við naiva heimsbílætið, har fría alheimskappingin klárar alt av sær sjálvum. Er ikki tíð uppá, at vit fáa skápsprotektionistarnir í Fólkaflokkinum at viðganga síni mál?
Vit hava ein blandingsbúsksap og ganga flestu flokkar inn fyri hesum, kanska við undantak av Fólkaflokkinum. Hvat teir so gera í praksis er nakað annað. Lat okkum fáa eitt vinstra høgra orðaskfti í tinginum um málini fyri Føroya land sum skjótast.