Johan Dahl, Løgtingsmaður, Vágur 18.10.2004
????????????????
Búskaparfrøðin er ikki altíð líka løtt at skilja, hóast summir duga betur enn arðir at framleggja sínar hugsanir og niðurstøður.
Niðanfyri loyvi eg mær at endurgeva brot (tey sum eru í rammu) av framløgu, sum stjórin á Hagstovu Føroya og formaður í Búskaparráðnum Herman Oskarsson ? við ørðum orðum serfrøðin ? helt á Christiansborg á tí nógv umrøddu Norðuratlantsbólka ráðstevnuni nevnd »Hovedet på Blokken«.
Quo vadis ?
- Færøerne har netto tilgodehavender i udlandet på 43% af BNP- Færøerne har overskud på betalingsbalancen på 10% af BNP
- Der er enten for stor eksportproduktion eller for store bloktilskud
- Hvordan skal vi få brugt de overskydende ressourcer?
Mín viðmerking:
Tað kundi verið áhugavert at fingið at vita, um stjórin á Hagstovuni framvegis heldur, at vit hava ov stóran blokkstuðul, og um »eksportproduktionen« framvegis er for stór??
Viðv. hvussu vit skulu fáa brúkt »overskydende ressourcer« so lysti mær eisini at vita, um hetta sampakkar við júst útkomnu »konjunkturfrágreiðing« frá búskaparráðnum?
Hvussu metir búskaparráðið, at vit best brúka »overskydende ressourcer«?
Bloktilskud eller eksport
? Bloktilskuddet har samme virkning som eksportproduktion og skal derfor erstatte denne
? Optimal udnyttelse af bloktilskuddet er derfor
? - mindre eksportproduktion
-- større produktion af tjenester til hjemmemarkedet
Mín viðmerking:
Eru vit ikki júst við verandi støðu akkurát í ynskistøðuni sambært hesi frágreiðing H. Oskarsson?
Skulu vit bara lata standa til? Harvið verður jú væl minni »eksportproduktion« ella hvussu?
Veruleikin er:
Hvar vóru ávaringarnar um blokkniðurskurðin, lønarhækkingarnar, almennu epskloderaðu rakstarútreiðslunar og avleiðingarnar av hesum?
Blokkurin bleiv tíverrri skerdur við vælsignilsi frá m. a. H. Oskarssyni og Búskaparráðnum við samstundis sum tann eftirverandi parturin av honum bleiv ynskt har pipari grør ? men nú sambært »konjunkturfrágreiðingini«, so ásannar búskaparráðið millum linjurnar, at tað er m. a. niðurskurðurin av blokkinum saman við lovaða skattalættanum sum er við til at gera, at vit eru við at koma í trupulleikar.
Guð viti, hvussu skilið hevði verið, um fyrrv. landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen og Co, høvdu sloppið at skorið restina vekk
Størri framleiðsla til heimamarknaðin??
Hevur Búskaparráðið nakað boð uppá, hvussu vit fremja slíka í verkið? Tað sær út fyri mær, sum at frágreiðingin frá búskaparráðnum er enn ein hyggjan í bakspeglið ? við einum »hvat søgdu vit« peikifingrið.
Trupulleikin er eftir mínum tykki, at tit mangla tað, sum er framárættað _ men hinvegin áhaldandi hyggja í bakspeglið.
Tit (Búskaparráðið) ávaraðu, minnist meg rætt, IKKI um t. d. blokkniðurskurðin og avleiðingarnar av hesum ? tað at vit hvørt ár framyvir mangla 366 mill. + prístalsviðgerð av verandi blokki, hetta sum ídag sambært konjukturfrágreiðingin saman við skattalættanum sigst verða við til at geva okkum fíggjarligar trupulleikar.
Heldur var birt uppundir at skerja blokkin ongantíð ov skjótt.
Tað hevur verið lítið um ikki onki ávarað um óforsvarliga figgjar- og vinnupolitikkin, sum var rikin av undanfarnu samgongu.
-eksplosivar lønarhækkingar
- eksplosivur vøkstur av útreiðslunum í almenna sektorinum, sum nú svíður sum svøllur.
Ein vinnupolitikk sum sambært H. Oskarsson í framløgu hansara á Christiansborg - eg loyvið mær at sitera:
»Den politiske linje de sidste 6 år har været at mindske bloktilskuddet og øge eksportproduktionen uden subsidier« citat slut.
Hvat bleiv framt av hesum seinast nevnda?
Jú ein minking av blokkinum bleiv framd - men restina syrgdu ovurhond góðir fiska- og laksaprísir fyri fram til 2001.
Hinvegin so vóru absolutt ONGIR vinnuligir strukturar gjørdir undir seinastu samgongu - heldur øvugt!!
- Ongar nýggjar vinnur
- Ongin nýggj framleiðsla
- Ongin einkskiljing framd hóast bestu møguleikar nakrantíð at fáa góðan prís fyri almennu feløgini.
-Gransking bleiv tosað nógv um, men lítið og onki gjørt við, burtursæð frá økismenningardeplinum,
-Fiskivinnupolitikkurin - hvat hendi hesum økið - nøkur nýhugsan yvirhøvur??
-Handilsavtalur hvørjar nýggjar blivu framdar og settar íverk?
Tað er líka óvist um alivinnan ikki hevði endað í júst somu støðu sum hon er ídag, óansæð um útlendingar høvdu havt fritt slag í 2000 ella 2001at sett pening í hesa.
ILA var komið, og prísurin var longu tá út av lagið vánaligur, tað drepandi niðurgangangandi spiralin var byrjað.
Umhvørvisliga sæð, so hevði Heilsufrøðisliga Starvsstovan gangi eg út frá, tær neyðugu heimildirnar, sum skuldu til til inntriv av ymsum slag, um teir mettu at støðan sum heild var katastrofal umhvørvisliga ? men hvat bleiv gjørt?
Fiskaprísirnir sum heild hava vit ikki stórvegis ávirkan á, men vit kunnu leggja okkum eftir fyrsta floks hagreiðing umborð og at virka fyrsta floks góðsku á landið og harvið fáa besta prís, samstundis sum vit mugu leggja okkum eftir at fáa vøruna skjótt til marknaðin.
Hetta ger tú ikki yvir náttina, men ein tillagingartíð má til, og ivist eg heldur ikki í, at okkara vinna fer at fáa hesi viðurskifti greidd og fóta sær aftur á besta og burðardyggasta hátt.
Tann heilaga kúgvin
Tann heilaga kúgvin ? tað almenna - verður manniliga vart í konjukturfrágreiðingini - sagt verður at vit Guðs skyld ikki mugu minka ikki um hesi arbeiðspláss, so verða fylgjurnar katastro-falar!!!
Nei góða Búskaparráð, tað sum er katastrofalt og sum tit kritikkleyst við afturlatnum eygum hava latið staðið til uttan stórvegis viðmerkingar ? um nakrar ? er just hesin alsamt, eksplosivt vaksandi almenni sektor, sum nú er við at kvala okkum.
Nevnast kann, at privatu lønirnarútgjaldingarnar í vinnuni minkaðu fyrra halvár við ca. 160. milliónum, orsakað av minkandi arbeiði.
Tær almennu lønirnar vuksu hinvegin við ca. 120 milliónum í sama tíðarskeiði.
Um tit meta, at hetta er ein røtt og skilagóð gongd, so má eg og ivaleyst nógv við mær melda pass.
Ásannast má, at vit ikki koma at klára at bera ein áhaldandi vøkstur í almennu útreiðslunum, sum eisini í ár verður uml. 4%, uttan so, at ein onnur inntøkukelda enn fiskivinnan og blokkurin verður í eygsjón í nærmastu framtíð, men inntil tá verða vit noyddir at skerja og tillaga við skili ? uttan at seta skelk í búskapin.
Raksturin hevur kvalaratak á okkum
Almennu útreiðslunar eru øktar 1,2 milliard = 1200 milliónir seinastu árini.
Vanvittugt ? púra ørt ? men uppvaskið, sum tíverri er neyðugt, tað verður okkara eftir skilaleysu fullveldisstýringina.
Hvar er avloysarin fyri flakavinnuna ? og mannin og kanska sjómannin við?
Teir, sum hava víst á, at alivinnan og fiskivinnan ikki er so neyðug fyri samfelag okkara og at vit eins væl kunnu liva av at »serviserað« og klippa hvørjum ørðum, eiga nú ið á stendur, at vísa sína dygd og eisini vísa á, hvar tey nýggju arbeiðsplássini sum skulu erstattað flakakvinnu ? og mannin skulu finnast!!!
Vinnan á landið berjist ein seigan kamp fyri at yvirliva, bert fyri at hava høvdið uppundan vatnskorpuni, men illa gongst.
Nýhugsan, effektivisering og framleiðslur sum skulu bera okkum víðari, verður arbeitt hart við innan vinnuna ? men hvar blíva tær sokallaðu nýggju vinnunar, sum teir smartu mappudreingirnir áhaldandi tosa um, halda fyrilestrar um dag og dagliga, - nær verða tær at hóma í havsbrúnni?
At finnast at, hyggja aftureftir og kritisera ístaðin fyri at hyggja frameftir er lættasta sak av verðini og ? men eitt er bát at føra, annað er fongin at føra til lands.