Fróð i Løkságarð
Tað eru ikki bara suðuroyingar sum merkja sviðan av at Smyril ikki er tøkur, nú hann er til umvælingar og árligt eftirlit. Nú verður Norðoyarstevnan eisini rakt av hesum.
Vanligt hevur verið nógv tey seinastu árini, at Smyril hevur gjørt ein túr norðoyastevnuaftan úr Havn til Klaksvíkar, og suður aftur um kvøldið, við róðrarfólki og stevnugestum. Vanligt hevur verið at eini áttahundrað ferðafólk hava nýtt henda møguleika.
Í ár vera fleiri av teimum, ið ætla sær á norðoyastevnu snýtt fyri henda møguleika, tí ikki er pláss fyri meiri enn 350 ferðandi umborð á Dúgvuni, sum skal gera henda túrin í ár. Tá øll kappróðrarfólkini eru komin umborð, verður neyvan pláss fyri nógvum ferðafólki afturat.
Uttan Smyril tøkan, og við Claymore, sum hevur minni kapacitet tá talan er um ferðafólk enn Dúgvan, sum avloysaraskipi, hevur verið neyðugt at ganga nýggja leiðir hjá Strandfaraskipum Landsins í ár.
? Vit hava valt at lata Dúgvuna gera ein túr til Havnar eftir kappróðrarfólki og bátum. Onnur, sum ætla sær á norðoyarstevnu, noyðast at ferðast um Leirvíksfjørð við Ternuni, ella við Dúgvuni, sum eisini fer at sigla einstakar túrar um Leirvíksfjørð, sigur Heri Joensen fólkaflutningsleiðari á Stradfararskipum Landsins. Heri Joensen vísur samstundis á, at bussambandið henda dagin verður útbygd soleiðis, at eingin trupulleiki verður at koma aftur og fram.
Tað eru óivað fleiri sum undrast á at Strandaraskip Landsins ikki sendur Claymore ein túr til Klaksvíkar.
? Hetta verður fyrst og fremst gjørt fyri ikki at órógva suðuroyarleiðina, har kapaciteturin ikki er alt ov stórur frammanundan. Umframt hetta, so er Dúgvan góðkend til 350 ferðafólk, ímeðan Claymore bara hevur loyvi at sigla við 300 ferðafólkum, sigur Heri Joensen at enda.
Strandferðslan væntar við hesum broytingum at nøkta tørvin hjá teimum, sum hava hug at fara til Klaksvíkar á norðoyastevnu. So leingi Ternan siglur um Leirvíksfjørð, fara Sam og Ternan I. at røkja ferðasambandið um Vestmannasund.
Vit hava eisini fingið eina viðmerking frá NFÍ sum eru við í fyrireikingunum av norðoyastevnuni. Símun av Høvdanum sum situr í nevndini í NFÍ sigur, at teir slett ikki hava hugsað um henda trupulleika, og sum støðan er við skipum hjá strandferðsluni í løtuni, haldu teir at hetta var ein brúkilig loysn. Men tað harmar teir, um fólk setast aftur av hesum.starv við føroyskt oljufelag. Vit mugu tí arbeiða fyri at varðveita eina javnvág, og eg haldi sjálvur, at vit hava megnað at byggja upp gott samstarv við myndugleikarnar. Og við at lurta eftir ráðum frá teimum kunnu vit sleppa undan ringum avleiðingum.
Fyri okkum, sum koma uttanífrá, er tað avgerandi, at vit taka ímóti ráðum frá lokala fólkinum og arbeiða út frá tí, sum er best fyri meirilutan sigur Richard Hardmann og vísir annars á, at teir eru stórir nokk til at fara undir eina skilagóða leiting.
-Vit hava brúkt nógvar pengar uppá at útvikla felt aðrastaðni, og við teimum feløgum, sum vit arbeiða saman við, meta vit okkum eisini at vera førar fyri at gera neyðugu íløgurnar í eitt og hvørt felt, sum verður funnið á djúpum vatni við Føroyar.
Richard Hardmann heldur eisini, at tað hevur týdning fyri oljuídnaðin í Bretlandi, at tað verða funnin felt á føroyskum øki. Tað fer at stimbra og menna hann. Tí er hetta er ein sera stórur møguleiki fyri Føroyar. Tað, sum vit mugu fyribyrgja, heldur hann, er ein yvirupphiting, sum fær negativa ávirkan á føroyska samfelagið.
Richard Hardmann heldur tí avgjørt, at tað er framtíð í Atlantsmótinum Men hvussu stór hon verður veit hann ikki. Tað fáa vit at vita um 2-3 ár. Teir ætla sær at bora næsta summar og hava longu tveir boripallar, sum kunnu brúkast her. Hesir eru í løtuni í Meksikanska flógvanum.
Drúgvur burður
Johan Mortensen, sum frá byrjan av varð umboðsmaður fyri Amerada Hess og tí eisini ein av fyrstu umboðsmonnunum, sum útlendskt oljufelag fekk sær í Føroyum, heldur hetta hevur verið ein sera áhugaverd og lærurík tíð. Men tað hevur verið ein drúgvur burður. Ikki minst orsakað av marknaðarósemjuni.
-Tað er at gleðast um, at vit nú standa á gáttini til eitt tíðarskeið í Føroya søgu,
sum vil viðføra tær størstu broytingar mentunarliga og stórsta fíggjarliga framburð síðani seinna heimsbardaga sigur Johan Mortensen, sum heldur, at ungfólk eiga kanska í enn størri mun at hugsa um oljurelateraðar útbúgvingar.
-Eg eri sannførdur um, at Føroyar bæði fara at fáa væl burturúr fíggjarliga og ikki missa seg sjálvan burtur og at gerast ein altjóða aktørur í oljuheiminum, sum aðrar tjóðir fara at hava virðing fyri sigur hann og leggur aftrat, at hann eisini væntar, at føroyska mentunarlívið fer at venda sær móti alheiminum, London, New York etc og ikki bara vera innan fyri Skandinavia.
-Eg vænti, at vit fara at duga at snúgva ávirkanina til egnan fyrimun. Men týdningarmest er tó, at oljan kann verða við at gera hvønn dagin tryggari fyri hvørt húski í Føroyum og at gera okkum til alheimsborgarar.