Hvørki Tottenham ella Liverpool tóku av

Premier League: Tað er tætt í ovaru hálvu av stigtalvuni, eftir at bæði Tottenham og Liverpool spældu javnt

Tríggir dystir hava verið í Premier League í dag. Southampton, sum hevur vunnið seg fram á triðja pláss, er einasta liðið, sum megnaði at vinna. Tottenham misti sigurin móti dystarenda á útivølli móti Crystal Palace, meðan Liverpool kom for seint í gongd á útivølli móti Fulham.

Tottenham er framvegis oddalið, men helst hevði José Mourinho ynskt at verið tvey stig longur frammi. Harry Kane legði Tottenham á odda í London-grannauppgerðini móti Crystal Palace, men stutt fyri tíð javnaði Jeffrey Schlupp, eftir ein málmansdropp frá Hugo Lloris.

Liverpool kom ikki gongd fyrr enn 40 minuttir vóru spældir á Cavren Cottage móti Fulham. Tá var heimaliðið á odda 1-0, og kundi verið á odda við fleiri. Liverpool trýsti fyri at javna, men tað skuldi eitt brotsspark til, áðrenn Mohamed Salah kundi javna.

Southampton er í holt við eitt framúr kappingarár. Liðið úr suðuronglandi er í løtuni á triðja plássi, eftir at hava vunnið 3-0 á Sheffield United, sum liggur niðast við bara einum stigi.

1Tottenham1274124:1025
2Liverpool1274127:1825
3Southampton1272324:1723
4Chelsea1264225:1222
5Leicester1170421:1521
6West Ham1262420:1520
7Everton1262421:1820
8Man Utd1162319:1720
9Man City1154217:1119
10Aston Villa1060421:1318
11Crystal Palace1252518:1717
12Newcastle1152414:1617
13Wolves1252511:1617
14Leeds1242617:2214
15Arsenal1141610:1413
16Brighton1124515:1810
17Fulham1222812:228
18Burnley101365:186
19WBA121389:256
20Sheffield Utd1201115:211