Hvørt mál og hvør bjarging verður avgerandi hesa vikuna

Soleiðis verða hálvfinalurnar leiktar - og vunnar

Í kvøld verður farið undir ársins hálvfinalur í Faxe Kondi-kappingini - Steypakappingini í hondbólti.

Frá in.fo:

Steypahondbóltur: Klárt til hálvfinalurnar

FM1 sigur frá báðum Faxi Kondi hálvfinalunum í kvøld

Súna spælir í kvøld - men VÍF er betri fyri

Styrkt Neistalið er í betri stima enn H71

Kvinnurnar leggja fyri í kvøld, meðan menninir byrja í morgin.

Skráin er hendan:

Mikudagin – fyrru hálvfinalur hjá kvinnum:

Kyndil – VÍF (18.00) Høllin á Hálsi

Dómarar: Jákup Símun Simonsen & Gunnar Djurhuus

H71 – Neistin (20.00) Hoyvíkshøllin

Dómarar: Daniel Rapa & Jákup Sverri Kass 

Hósdagin – fyrru hálvfinalurnar hjá monnum:

Neistin – H71 (20.00) Høllin á Hálsi

Dómarar: Bárður Brimvík & Jógvan Skeel Nolsøe

VÍF – Kyndil (20.00) Høllin í Vestmanna

Dómarar: Hannis Wardum & Heri Petersen

Leygardagin – seinnu hálvfinalurnar hjá kvinnum:

VÍF – Kyndil (18.00) Høllin í Vestmanna

Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen

Neistin – H71 (18.00) Høllin á Hálsi

Dómarar: Bárður Brimvík & Jógvan Skeel Nolsøe

Sunnudagin – seinnu hálvfinalurnar hjá monnum:

H71 – Neistin (16.00) Hoyvíkshøllin

Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen

Kyndil – VÍF (16.00) Høllin á Hálsi

Dómarar: Bárður Brimvík & Jógvan Skeel Nolsøe

Hvørt mál er avgerandi

Kappingarleisturin er hin sami, ið vit kenna frá seinastu árunum.

Hálvfinalurnar verða avgreiddar í tveimum dystum. Einum heima og einum úti.

Savnaða úrslitið í teimum tveimum dystunum ger av, hvør spælir seg í finaluna.

Enda liðini á jøvnum eftir báðar dystirnar, verður avgerandi hvør hevur skotið flest mál á útivølli.

Tí hava liðini ikki ráð at slakka av í stytstu løtum. Hvørt mál er avgerandi í savnaða úrslitinum.

Hetta sást millum annað í fjør, har favorittarnir hjá monnum, H71, máttu lúta fyri Kyndli, tá ið Kyndil einu løtuna legði seg á odda við seks málum.

Kyndil vann tá við seks málum á heimavølli, meðan H71 vann við trimum málum í sínum heimadysti. Av teimum fýra hálvleikunum hevði H71 vunnið tríggjar - Men tað er ikki altíð nóg mikið í steypahondbólti.