Hví so firtin ?

Ì tveimum oddagreinum í Sosialinum ávikavist tann 5. og 6. apríl roynir Javnaðarflokkurin at ilnast um Sambandsflokkin. Hví kvetta brýr, nú øll rópa eftir samstarvi heldur enn konfrontatión ?

Teir skriva, at fyri Javnaðarflokkin er avgerandi at fáa fólk at skilja, at hvørki samband ella fullveldi er nøkur gongd leið. Sera løgin stafesting tí sum øllum kunnugt merkir samband samríki og fullveldi loysing. Javnaðarflokkurin vil sostatt hvørki hava samríki ella loysing.
Nakað annað, sum eisini kennist líka løgið, er tá skriva verður, at teir heldur enn samríki ella loysing, vilja hava eina miðvísa leið fram móti størri sjálvbjargni og sjálvsræði.
Er tað nakar, sum til hetta valið veruliga hevur víst á og skriva um tørvin á eini miðvísari leið fram móti størri sjálvbjargni og sjálvsræði, ja so eru tað júst Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin.
Men aðalmunurin millum flokkarnar er, at Sambandsflokkurin kennur seg sannførdan um, at vit best røkka nevnda tørvi í verandi ríki, meðan Tjóðveldisflokkurin hinvegin heldur seg koma skjótari á mál við at loysa.
Javnaðarflokkurin sigur seg vilja hava eina ríkisrættarliga loysn innan fyri ríkisfelagsskapin, men skrivar nú í síni oddagrein 6. apríl, at tað ringasta, sum kann henda fyri land og fólk er ein stórur Sambandsflokkur og ein stórur Tjóðveldisflokkur, har tað als ikki ber til at reka ein skilagóðan politikk.
Slík framhaldandi trampan millum samríki ella loysing møðir veljaran og gevur góðan vind í seglini hjá Tjóðveldisflokkinum. Ynskja vit veruliga eina loysn innanfyri ríkisfelagsskapin, er alneyðugt at samríkisflokkarnir - Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og megin-parturin av Fólkaflokkinum halda somu kós.
Ivaleyst hevði Javnaðarflokkurin fingið størri undirtøku, um hann hevði verið meira støðufastur í ríkiseindini. Politiskur ivi skapar bara ótryggleika.