Fiskivinna
Kári Hansen, reiðari á línuskipinum, Grunningi, sum saman við skipara sínum hevur verið við til at ment VML-skipanina hjá Com-Data, var miðdepilin á fundinum um fiskivinnu í Klaksvík síðsta týskvøld. Hann greiddi frá teimum royndum, hann hevur gjørt við at selja fiskin hjá Grunningi á bretska marknaðinum eftir tær broytingar, sum gjørdar eru umborð á skipinum við skiljing, ísing og køling. Tá ið fiskurin er komin í kassarnar í lastini stutt eftir, at hann er komin á dekkið, fer hann í somu kassum beinleiðis til keyparan, vigaður og skildur eftir vekt við øllum skrásetingum og skjalfestum upplýsingum um fiskin og fiskiskapin. Hesum syrgir VML-skipanin fyri.
Endamálið er at kunna bjóða út eina fyrstafloks vøru, sum hevur so breiðan áhuga hjá fiskakeyparum sum gjørligt. Keyparin veit, hvat hann fær, og honum nýtist ikki at ivast í, at skrásetingarnar eru rættar.
Fiskurin hjá Grunningi verður í fyrsta lagi boðin út í Føroyum. Tann, sum gevur mest fyri lastina, keypir fiskin, sum síðan verður seldur á bretska marknaðinum. Keypari er í flestu førum reiðarin sjálvur.
Kári segði, at hann er væl nøgdur við tann prís, sum fingin er á bretska marknaðinum, hóast ein og hvør seljari altíð kundi hugsað sær at fingið eitt sindur meira.
Skipanin, sum er umborð á Grunningi, hevur syrgt fyri, at ongar reklamatiónir eru komnar, og reiðarin ásannaði, at stundum hevur rættiligur gravgangur verið eftir veiðini hjá línuskipinum.
Dygdin avgerandi
Kári vísti á, hvussu stóran týdning tað hevur, at fiskurin kemur so feskur sum gjørligt til keyparan. Men, sum hann tók til, so er henda "ketan" ikki sterkari enn veikasta liðið. Tí er ógvuliga umráðandi, at fiskurin ongantíð verður latin upp til tilvildina.
- Tað, sum avgerð avreiðingarprísin, er virðið á tí vøru, sum liggur á borðiskinum hjá brúkaranum. Jú, dýrari hesin fiskur er á borðiskinum, jú betur verður prísurin til skip og manning.
Hann segði, at tann mest "edla" vøran er sjálvsagt tann livandi fiskurin. Tí snýr alt seg um at halda virðinum uppi so skjótt, fiskurin er deyður. Alt, sum vit gera við fiskin, hevur týdning í seinasta enda og dygdin, sum fer burtur av fiskinum á vegnum til brúkaran, fæst ikki aftur.
Sum dømi nevndi Kári ein mjólkarpakka, sum stendur á borðinum ein heitan dag. Hóast livitíðin hjá pakkanum er eina viku, er pakkin kortini spiltur, tá ið dagurin líður. Tað nyttar einki at seta pakkan í kuldaskápið aftur, tá ið mjólkin er spilt. Sama er við fiskinum.
- Tí skulu vit alla tíðina ansa eftir at halda fiskinum feskum, so einki fer burtur av virðinum.
Kári vísti á, at hann hevur havt Grunning í fleiri ár, og undan teirri tíðini fekst hann eisini við at selja feskan fisk. Tískil helt hann seg kenna marknaðin rættiliga væl.
Í gomlum døgum, sum hann tók til, høvdu línubátarnir einar 14 setur. Slíkt gongur ikki í dag, um vit skulu satsa uppá at hava góðan og feskan fisk.
Kári viðgekk, at áhugamálini hjá honum sum reiðara og fiskasølumanni kunnu stoyta eitt sindur saman.
Neyv stýring
Reiðarin segði, at teir av fyrstan tíð settu sær fyri at gera tað so gott umborð á Grunningi, sum teir kundu. Teir fingu sær køling í lastina og ísmaskinu til ískrapa sum ger, at fiskurin kólnar nógv skjótari. Tað tekur umleið ein tíma, til fiskurin er køldur niður á 0 ella minus eitt stig. Ískrapi gjørdur úr sjógvi fer ikki illa við fiskinum, men tað fer turrur ísur, sum er gjørdur úr sjógvi, tí hesin "brennur" fiskin.
Kári greiddi frá gongdini frá tí, at teir byrjaðu at taka hond um fiskin manuelt við skiljing, til teir fóru í samstarv við Com-Data um VML-skipanina, sum fyri Grunning hevur verið eitt rættiligt frambrot.
Ein tann týdningarmiklasti tátturin, tá ið ræður um góðan fisk, er, at fiskurin, sum verður vigaður og ísaður í kassar í lastini, ikki verður nortin aftur, fyrr enn hann er hjá keyparanum. Tí er neyðugt, at skipanin umborð eisini er góðkend sum innvigingarskipan, soleiðis at kassarnir við fiski kunnu sendast út til brúkaran.
Á fundinum í Klaksvík nevndi Julius Johannesen, at fiskur, sum hevur ligið ísaður, versnar tað, sum svarar til einar 4-5 dagar, tá ið hann verður stoyttur, skildur og vigaður av nýggjum.
Orsøkin er, sum Sosialurin skilti, at bendir og snarar tú einum fiski, sum liggur stívnaður, gerst hann moyrur. Hetta framskundar niðurbrótingina.
Besti prísur
Reiðarin á Grunningi helt tað vera rætt, at fiskurin verður útboðin í Føroyum, soleiðis at allir keyparar hava møguleika at keypa.
- Fidusurin er, at tú hevur eina vøru, ið hevur so breiðan áhuga millum keypararnar sum gjørligt ? líkamikið, hvør framleiðslan úr fiskinum verður.
Kári segði, at hann keypir meginpartin av veiðini hjá Grunningi sjálvur, og hesin fiskurin hevur verið lættur at selt á bretska marknaðinum.
- Vit fáa kanska ikki altíð so óluksáliga góðan prís, sum hann tók til, men vit fáa í hvussu er tann besta prísin.
Hann vísti á, at stundum verður sagt, at nú kann ikki meira gerast og helt, at teir umborð á Grunningi eru komnir ógvuliga nær tí besta, ið gerast kann.
- Sjálvt ikki lúkan verður tikin av lastini, fyrr enn bingjan, sum fiskurin fer í, er komin, legði hann aftrat.
Tað nyttar so lítið, segði Kári, at fólk ganga í hvítum kitlum, og virkisleiðslur taka onnur atlit, um vøran, sum kemur brúkaranum í hendi, ikki er fyrsta floks.
Hann vísti á, at sum reiðari, fiskakeypari og fiskaseljari bítir hann ein part av tí, sum sølan gevur í útlandinum, við manningina. Haraftrat landar manningin sjálv og fær eina krónu í part fyri hvønn kassa, ið landaður verður.
- Sølan um Fiskamarknaðin hósdag er tískil ikki hin endaliga sølan, men tað er hinvegin sølan mánadagin eftir.
Kári segði, at manningin umborð á Grunningi er ógvuliga bevíst og uppsett uppá, at fiskurin altíð er hin besti.
- Hevur tú ikki manningina við tær, fært tú einki gjørt. Neyðugt er við samarbeiði, og eg má siga, at hetta hevur eydnast ógvuliga væl hjá okkum, segði Kári Hansen.