Hví vil Sambandsflokkurin samband?

Sambandsflokkurin

ynskir ríkisrættarligar

broytingar

Vit hava sjálvir eitt svar uppá loysingina. Nevniliga at hon er mønustingurin fyri vælferðarsamfelagið Føroyar, ið verður blakað langt aftur í tíðina. Men Sambandsflokkurin er altíð til dystin fús at gera ríkisrættarligar broytingar, ið eru til gagn fyri føroysku tjóðina.


Hví ikki loysa?

Nógvir spurningar kunnu setast, hví vit í Sambandsflokkinum ikki meta skilagott at loysa. Vit halda at Føroyar sum tjóð hava betri møguleikar bæði at liva og yvirliva í ríkisfelagsskapinum.


Vælferðarsamfelagið

í sorl

Ein møguleiki er loysing. Men áðrenn eigur Føroya fólk hava svar uppá nógvar spurningar. Sambandsveljarin spyr m.a., hvør skal gjalda tær gott 100 milliónir krónurnar meira um mánaðin, ið landskassin í dag sleppur undan at gjalda orsakað av blokkinum. Tað spyr tann ungi, ið tørvar útbúgvingarstuðul. Tað spyr pensionisturin, hvørs pensión longu í dag er alt ov lág, og ikki minst tey, ið starvast innan heilsuverk, almannaverk og skúlaverk okkara. Hvør skal gjalda? Ella skulu allar hesar funktiónir niðurleggjast og hópuppsøgnir sendast starvsfólkunum? Spurningar av hesum slagi hava fjølmiðlarnir í Føroyum, serliga útvarp og sjónvarp, antin vitað ella óvitað ikki nomið nakað serligt við.

Vit í Sambandsflokkinum hava sera stórt álit á Føroyum og føroyinginum. Vit halda, at føroyingurin altíð fer at klára seg, men ynskja, at vit í Føroyum fáa eina framkomna tjóð, har allir føroyingar kunnu liva væl. Endamál Sambandsfloksins er at fremja ein slíkan politikk í verki. Loysingin kostar ov nógv: Um vit loysa nú, og vælferðarstøðið skal vera óbroytt, skal føroyski skattgjaldarin og vinnan gjalda meira enn 100 milliónir afturat um mánaðin í skatti ? beinleiðis ella óbeinleiðis, enn goldið verður í dag.

Umframt tað koma nógvar aðrar funktiónir, ið eisini skulu gjaldast. Vit mugu m.a. hava eina nógv størri umsiting, har nýggir ráðharrar og teirra embætisfólk skulu húsast. Tað er veruleikin. Tað er ikki eingang ein ræðumynd ? tíverri kann ein halda.

Ein møguleiki eru sparingar. Men seinastu árini vita øll, at so nógv er spart innan t.d. heilsuverk og skúlaverk, at her kann ikki sparast meira, uttan at skúlar og sjúkrahús t.d. verða niðurløgd. Og hvat skulu tey gera, ið verða uppsøgd? Flyta av landinum? Er hetta ein ræðumynd? Fyri fleiri enn 4000 føroyingar var hetta ein ræðuligur veruleiki fyri minni enn 10 árum síðani. Tað skal kanska gloymast!


Skiftistíð: Kassin at

fjala ótespiligar,

ósvaraðar spurningar

Vit kunnu kvetta spakuliga, í eini sokallaðari skiftistíð, ið tykist vera forloysandi kassin, har ósvaraðir spurningar, ið eru ótespiligir og ómøguligir at svara uppá, verða fjaldir. Sannleikin er tann, at um vælferðarsamfelagið skal varðveitast, skulu skattahækkingar til sum nevnt omanfyri, og Sambandsflokkurin metir ikki at føroyska vinnan klárar at gjalda slíka upphædd afturat tí, ið longu verður goldið í dag. Loysingarrokningin verður tann sama, um hon skal gjaldast beinanvegin ella strekkjast yvir nøkur ár. Megnar tú ikki at gjalda rokningina, fert tú á húsagang.


Skattir eiga heldur

at lækka

Heldur eiga skattir bæði hjá einstaka føroyinginum og vinnuni at lækka framhaldandi. Tað eru flest allir føroyingar helst samdir í.


Sambandsflokkurin

megnar í dag

Vit í Sambandsflokkinum kunnu í dag leggja eina fíggjarlóg fram fyri Føroya fólk, ið hongur saman, og sum gevur møguleika fyri menning av Føroyum.


Sambandsflokkurin

megnar ikki

Vit megna ikki at leggja eina fíggjarlóg fram fyri Føroya fólk, har blokkurin er burtur, uttan at hetta samstundis er mønustingurin hjá vælferðarsamfelagnum Føroyar. Ómøguligt er at síggja ella fata, at t.d. Tjóðveldisflokkurin klárar tað. Vit spyrja og spyrja. Ein rímuligan og skilagóðan spurning.


Ræðumynd

Einasta vit fáa at vita er, at vit koma við ræðumyndum. Og tað er onki svar. Skiftistíð er heldur onki svar. Føroya fólk hevur onki svar fingið enn. Sambandsflokkurin er ikki áhugaður í at koma við nakrari ræðumynd, men øll vita hvat kemur í kjalarvørrinum av fíggjarligum óføri. Nógvir føroyingar kenna tað tíverri av egnum royndum. Tað er tann kaldi og nakni veruleikin. Sambandsflokkurin vil gera tað hann er førur fyri, at slíkt ikki endurtekur seg.

Vit vita í dag, hvat vit hava. Og Føroya fólk hevur krav uppá at vita hvat ið fer at koma, íroknað rokningina, ið skattgjaldarin og vinnan ikki megna at gjalda. Sambandsflokkurin vil hava tann nakna veruleikan á borðið ? ikki pakkaðan inn í skiftistíð, ella onnur orð.

Vit halda, at nationalistiska prinsippið hjá nøkrum kann svava føroysku tjóðina, og tá er onki vunnið, men harafturímóti er alt mist

Ongantíð aftur eiga føroyingar at flýggja av landinum vegna vánaligar liviumstøður. Tað er nevniliga flýggjanin úr Føroyum, ið er størsta hóttan móti føroyska samfelagnum. Sambandsflokkurin kemur ikki fram við ræðumyndum, men realitetum. Vit halda fram við at stilla spurningar um hesi álvarsmál, til veljarin hevur fingið eitt svar. Alt annað er ósømiligt ábyrgdarloysi.


Sambandsfloksins

aðalmál:

Einar betri, rættvísar og fíggjarliga sterkar Føroyar til tess at tryggja føroysku tjóðina í framtíðini.


Marjus Dam,

løgtingsmaður

sambandsfloksins