- Vit halda tað vera ikki annað enn rímuligt, at allar kommunur í landinum verða viðfarnar eins.
Tað sigur borgarstjórin í Hvalba, Trúgvi Gudmundarson, sum í dag hevur verið á fundi við løgtingslimir, bæði úr samgongu og andstøðu.
Í Kyndilsmessuódnini í 2008 fekk havnarlagið í Hvalba stóran skaða, eins og havnarlagið í Skálavík.
Men meðan landskassin veitti Skálavík eina hjálpandi hond fíggjarliga, so stóð Hvalbiar Kommuna sjálv við allari rokningini.
Tað kostaði 11 milliónir krónur at gera havnalagið í Hvalba aftur, og pengarnar tók kommunan úr kommunukassanum.
- Vit hava biðið landskassan um 1,4 millión krónur í fíggjarligum stuðli, og eftir at hava tosað við løgtingslimir, bæði úr samgongu og andstøðu, havi eg góðar vónir um at vit eisini fáa pengarnar, sigur Trúgvi Gudmundarson.
Hoyr samrøðu við borgarstjóran í Hvalba her: