Hvalbiartrolarar tiknir á stongdari leið

Brimil er á veg á Havnina við partrolarunum Hamranes og Breiðanes úr Hvalba.

 

Vørn sigur við in.fo, at Brimil kom fram á teir báðar inni á stongdari leið vestan fyri Føroyar, vestur úr Mykinesi.

 

Teir vera á Havnini seinnapartin í dag. Tá verður málið handað fútanum, sum skal taka støðu til hvat víðari hendur, men vakthavandi hjá Vørn sigur, at vanliga verður eitt sektaruppskot reist í slíkum føri.