Landsverk kannar nú eftir um tað ber til at seta ferðsluljós upp í Hvalbiartunlinum fyri at bøta um ferðslutrygdina.
Tað hevur Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, upplýst í Løgtinginum.
Endamálið við ferðsluljósunum er at tað bara skal vera verða loyvt at koyra annan vegin ísenn fyri at sleppa undan ferðsluproppi, tá ið bilar møtast í tunlinum.
Sostatt verður ferðslan einvegis norðureftir í nakrar minuttir og aftaná verður ferðslan einvegis suðureftir í nakrar minuttir.
Tað vóru teir báðir løgtingsmenninir Johan Dahl og Jacob Vestergaard, sum vildu hava av vita frá landsstýriskvinnuni, hvat ætlanin er at gera fyri at bøta um ferðslutrygdina í teimum gomlu tunlunum.
Bjørt Samuelsen staðfesti, at tað er so mikið dýrt at dagføra teir gomlu tunlarnar, at í flestu førum loysir tað seg betri at byggja nýggjar tunlar.
Men hon segði, at í løtuni er Landsverk í ferð við at kanna, hvørji fyribils tiltøk kunnu verða sett í verk fyri at bøta um trygdina í Hvalbiartunlinum.
Í hesum sambandi verður eisini kannað um tað hevði verið ein brúkilig loysn at sett ferðsluljós upp við Hvalbiartunnilin.
Í øllum førum helt hon, at ein ferðslu-ávaringarskipan av onkrum slagi er harðliga tiltrongd.
Tað liggur í kortunum, at okkurt skal gerast, men hon kundi kortini onki siga um, nær nakað verður gjørt fyri ferðslutrygdina í Hvalbiartunlinum.
Annars staðfestir hon, at á fíggjarlógini skal meiri peningur setast av til ábøtur á tunlar, vegir og brýr kring landið.