Nú farið verður undir at gera nýggjan Hvalbiartunnil næsta ár, eru tey eisini farin at hugsa um, hvat tann gamli tunnilin skal brúkast til, tá ið nýggi tunnilin er liðugur.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at eitt uppskot, tey hava umrøtt, er at gera hann til eina vatngoymslu.
Hetta er ein spurningur, tey hava umrøtt við bygdaráðið í Hvalba, og við landsmyndugleikarnar.
Á Landsverki siga tey, at ymisk uppskot hava verið frammi um, hvat tunnilin skal brúkast til, men enn er ongin avgerð tikin.
Men ein møguleiki, tey hugsa um, er at hava Hvalbiartunnilin til tiltakstunnil, tá ið tað er neyðugt at lata tann nýggja tunnilin aftur í sambandi við arbeiði, ella av øðrum orsøkum.
Tað merkir, at gamli vegurin, og tunnilin, skulu hava eitt minstamark av røkt, so at tað verður ein farleið, sum er skjót at taka til, tá ið tað krevst.
Hvalbiartunnilin er 1450 metrar langur, vegurin er 3,3 metrar breiður og hann er 3,20 metrar høgur.
Vegurin um Hovsegg er eitt annað dømi um eina slíka farleið, tí hann verður hildin, hóast Hovstunnilin er gjørdur.