Hvalbingar bíða eftir fiski

Hesa vikuna hevur verið turt gólv á virkinum hjá TG Seafood í Hvalba, men í næstu viku verður væntandi meira fiskaarbeiði. Eingin landing hevur verið í Hvalba síðan fríggjadagin, tá partrolararnir Hamranes og Breiðanes vóru inni við umleið 60.000 pundum.

Hetta var ein stuttur túrur hjá skipunum, sum brutu túrin av fyri at byrja nýggjan túr.

Í Hvalba siga tey, at djúpvatnstrolararnir Sjagaklettur og Steintór í løtuni fiska upsa í Norðsjónum saman við onkrum øðrum føroyskum trolarum.

Nær Sjagaklettur og Steintór koma inn at landa, og hvar veiðan verður seld og løgd upp, veldst um, hvar skipini fáa besta prísin.

Mánadagin komandi verður aftur fiskaarbeiði á virkinum hjá TG Seafood í Hvalba, tá Breiðanes og Hamranes væntandi koma innaftur at landa.

Delta Seafood á Tvøroyri hevur arbeitt nakað av toski hesa vikuna, sum felagið hevur keypt á uppboðssølu.