Hvalbingar bjóða fólki at royna sín kropp og sítt dirvi

Hvalbingar bjóða nú fólki at sleppa í Lítla Dímun at ferðast. Hetta er eitt upplivilsi, sum tey neyvan fáa nakra aðrastaðni í verðini og har ferðafólk rættiliga fáa roynt seg

Sermerkt ferðamál
 

  Tey, sum veruliga vilja bjóða sær sjálvum av og royna síni mørk, fáa nú ein møguleika, sum tey ikki fáa oftani í lívinum.
Og tað eru hvalbingar, sum nú geva tykkum møguleikan.
Lítla Dímum er minsta oyggj í Føroyum. Hon er eisini einasta óbygda oyggj í Føroyum. Men tað er ikki so løgið, tí hon er eisini tann minst innbjóðandi og bara at síggja myndir hagani er nóg mikið til at fáa tað at øra fyri eygunum á teimum flestu.
Kortini eru tað mong, sum hava ein dreym um at sleppa í Lítlu Dímun. Men tað er altso ikki bara sum at siga tað tí tað gerst bara í allarbesta veðri.
Men nú fara hvalbingar at bjóða Lítlu Dímum fram sum ferðamál og sostatt geva teir ferðafólki ein
einstandandi møguleika at fáa eitt upplivilsi, sum tey ikki fáa nakra aðrastaðni í verðini.
Teir, sum eiga Lítlu Dìmun, hava sett Signar Olsen og Róin Schrøter at arbeiða víðari við hesi ætlanini.
Teir báðir siga, at teir hava merkt ein størri og størri áhuga fyri at sleppa út í Lítlu Dímun, men higartil hava skipaðar útferðir í Oynna ikki verið gjørdar.
Ì hesum døgum verður arbeitt við at fyrireika tiltakið og fyribils er ætlanin at gera tríggjar túrar í
summar.
Teir tríggir túrarnir verða 17. juni, umframt 1. og 22. juli.
Tey, sum vilja sleppa við, kunnu velja ímillum at fara í oynna við tyrlu, ella við báti upp á tann góða gamla mátan.
Men túrurin 1. juli verður nakað fyri seg, tí tá kunnu tey, sum tora, sleppa at síga niður av renningini niður á helluna og so í bátin, tá ið farið verður av aftur oynni. Hetta er eitt sig uppá einar 50 metrar.
À teimum túrum, sum verða gjørdir við báti, er í mesta lagi pláss fyri 17 fólkum á hvørjum túri og hesin túrurin kostar 22.100 krónur tilsamans.
Við tyrluni er pláss fyri 10 fólkum og tann túrurin kostar ímillum 33.000 krónur og 40.000 krónur, alt eftir um flogið verður umvegis Havnina ella umvegis Hvalba.
Her er talan um túrar, har farið verður í Oynna tíðliga á morgi og heimaftur seinnapartin ella um kvøldið.
Fyrireikararnir siga, at hetta kann tykjast dýrt, men teir ásanna, at tað kann valla vera bíligari, tí túrurin er dýrur at fyriskipa við tað, at bæði bátur ella tyrla skulu brúkast, samstundis sum nógvar fyrireikingar skulu gerast og ferðaleiðari skal við.
- Men eru tað bólkar, sum vilja sleppa í oynna aðrar tíðir, ella sum vilja gista í oynna, ella sum yvirhøvur hava serlig ynski, eru vit altíð til reiðar at tosa við um tað, fyri at gera serligar avtalur um túrar, leggja Róin Schrøter og Signar Olsen dent á.
Teir siga, at teir hava longu fyrispurningar frá bólkum, sum vilja sleppa at gista í Lítlu Dìmum og tað eru tað góðir møguleikar til,t í tað eru tvey hús harúti.
- Men vit hava eisini fyrispurning frá einum bólki, har tey vilja heilt aftur til tað heilt gamla og har tey tí vilja sleppa at gista í tí gamla hellinum, sum vit hava brúkt í øldir, til vit fingu húsini, siga teir báðir.
Ì øðrum húsinum í oynni er pláss fyri átta fólkum og í hinum húsinum er pláss fyri 25 fólkum. Men luksus er tað ikki, tí øll mugu hava soviposa við.
Vatn er ikki í húsunum, men ein kelda, Sørinarkelda, er í Lítlu Dímum, so reint vatn fæst altíð. 
 
Seta ikki livið í vága
Róin Schrøter og Signar Olsen siga, at í Oynni eru fleiri møguleikar.
Hjá teimum, sum fara út við tyrlu, er talan um ein róligan túr av toppinum niður á eina breiða rás sum gongur runt um alla oynna.
- Her er gott at ganga, men tað ber eisini til hjá teimum meiri djørvu at fara aðrar vegir, har tað ikki er so heilt gott at ganga, uttan at tað á nakran hátt er vandamikið.
Túrurin við báti er eitt sindur meiri krevjandi, tí tá skal gangast upp á oynna, men hóast tað er bratt, er gott at ganga, tí góðir veirar eru gjørdir at halda sær í og nýggir stigar at ganga ígjøgnum.
Teir báðir fyrireikararnir siga, at staðkendur ferðaleiðari verður við á hvørjum túri og leiðbeina fólki.
Og hóast Lítla Dìmum bæði er minsta og einasta óbygda oyggin í Føroyum, er hon søgurík og ferðaleiðararnir vita nógv at fortelja um strandaðar skipsmanningar, um fólk, sum ikki sluppu av av aftur oynni, um fugl og seyð og annað mangt.
 
Gera góðar umstøður
Tað, sum nú er eftir at gera áðrenn teir bjóða ferðafólki vælkomnum í Oynna, er at merkja rásirnar av, sum gangast kann eftir. Har er ætlanin at seta prestar upp við nummari á og so er ætlanin at útflýggja hvørjum ferðafólkið eitt kort við prestunum á, so at tey alla tíðina síggja, hvar tey eru stødd.
Ætlanin er eisini at fáa wc viðurskiftini í báðum húsunum í rættlag, eins og ætlanin er at klæða og bjálva húsini. Og sum frálíður er eisini ætlanin at gera tyrlupláss á Hellurókina, beint við renningina niður á bátin fyri at hava ein møguleika afturat at koma og fara, tá ið veður og vindur ikki er til vildar
Sum frálíður er eisini ætlanin at gera aðrar ábøtur, eitt nú at sprongja eina rás fyri at gera uppgongdina í Oynna rættiliga góða.
Tað verður Kunningarstovan á Tvøroyri, sum fer at samskipa ferðirnar.
Sjálvir meta teir, at stórur áhugi verður fyri at sleppa út í oynna.
- Tað er eitt heilt serligt upplivilsi at vera í Lítlu Dímum. Her er fullkomiligur friður og náttúran er bæði stórbær og avbjóðandi. Tey, sum dámar at ferðast í náttúruni, fæst ikki betri útferð, siga teir báðir. Hetta er eisini ein ferð, har sleppa fólk veruliga at royna sín egna kropp í eini stórfingnari náttúru, leggja teir afturat.
Og tey, sum vilja, kunnu fáa eisini avtalu um mat og um at  sleppa undir tak í Roynhúsinum í Hvalba, tá ið tey koma av aftur Oynni.
 
Òlógligar ferðir
Samstundis sum teir nú fara undir hesar ferðirnar, ætla teir at steðga teimum óskipaðu ferðunum, sum eru í oynna av og á.
- Lítlu Dímun er ikki heilt vandaleys hjá fólki, sum ikki er staðkent og tí er tað heilt avgjørt óráð hjá fólki at fara út hagar av sínum eintingum.
- Og so er tað harafturat ólógligt, tí Oyggin er privat ogn, so ongin hevur loyvi at fara út hagar, uttan við loyvi frá eigarunum.
Teir vita eisini um fólk ið taka pening frá ferðafólki fyri at seta tey á land í Lítlu Dímum og óbodnir gestir hava enntá verið inni í húsunum, men tað er altso beinleiðis ólógligt.
Annars siga Róin Schrøter og Signar Olsen, at áhugin fyri Lítlu Dímun er nógv vaksin aftur eftir at hava verið dalandi í nógv ár.
Serliga fegnast teir um at nógv ungfólk eru farin at vísa oynni áhuga aftur, men tað halda teir kemst av, at umstøðurnar eru batnaðar og tað er lættari at sleppa í Oynna, serliga við stongini.