Fótbóltshýrurin í Hvalba er í topp í hesum døgum. Fyri góðari viku síðani tryggjaði besta liðið í bygdini sær uppflyting, tá tað stóð greitt, at einki av mótstøðuliðunum hevði møguleikan at taka tey aftur.
Royn tapti tá annars sín fyrsta dyst á árinum, tá GÍ vann 2-1 í Hvalba. Hetta bilti tó millum lítið og einki, tí EB/Streymur, sum undan hesum var næstfremst, tapti við fýra málum móti einum ímóti HB.
Við hesum stóð greitt, at Royn komandi árið skal spæla í aðru deild, og um vikuskiftið fekk fótbóltshýrurin í bygdini enn eitt spark uppeftir. Í fimtu deild hevði Royn nevnliga vunnið seg fram til finaluna, og tá hendan so skuldi spælast ímóti grannunum av Tvøroyri, so kundi spenningurin neyvan verið størri enn tað sama.
Finalan varð leikt á Krossinum í Sumba, og her stóð skjótt greitt, at tað vóru hvalbingarnir, sum vóru teir stinnaru. Fimta deild er ofta mannað við leikarum, sum hava havt eina fortíð í ovaru deildunum, og hjá Royn var tað Vilmund Michelsen, sum var stóra hetjan hendan dagin. Hann hevur annars eisini skotið mál fyri TB í sínari tíð, men nú er tað so aftur Royn, sum hevur gleðina av máltevinum, sum hann sýndi tvær ferðir hendan dagin. Hartil skeyt Jákup Midjord eisini eitt mál, soleiðis at talan samanlagt gjørdist um greiðan 3-0 sigur til Royn, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 2-0 til Royn.
Mynd: TB-Royn
Hvalbingar hava havt eitt gott fótbóltsár í ár. Í triðju deild hevur liðið verið mest sum einaráðandi, og um vikuskiftið eydnaðist eisini fimtu deild at vinna sína kapping
Mynd: Áki Bertholdsen