Hvalbingar átala Føroya Bank

Bygdaráðið mótmælir at Føroya Banki skerjir avgreiðslutíðina á deildini í Hvalba úr 22 tímum um vikuna, niður í seks

Bankavirksemi

Peningastovnarnir repa seglini og hetta hevur ført til at fleiri deildir á smáum og miðalstórum eru lætnar aftur, ella at avgreiðslutíðin er skerd.
Og nú er so tørnið komið til Føroya Banka í Hvalba.
Føroya Banki hevur í hesum døgum sent skriv runt í Hvalba og í Sandvík, har boðað verður frá, at avgreiðslutíðin á bankadeildini í Hvalba verður skerd.
Í løtuni er Føroya Banki í Hvalba opin hvønn dag frá klokkan 12-16, men hósdag er opið til klokkan 18. Sostatt er bankin í Hvalba opin 22 tímar um vikuna.
Men hereftir verður bankin í Hvalba bara opin annanhvønn dag, mánadag, mikudag og fríggjadag, frá klokkan 14-16. Sostatt verður hann bara opin í seks tímar um vikuna hereftir, ella18 tímar færri enn nú.
Hetta hevði bygdaráðið í Hvalba til umrøðu á fundi hóskvøldið og bygdaráðið var samt um at átala framferðina hjá Føroya Banka harðliga. Bygdaráðið átalar harðliga, at avgreiðslutíðin á deildini í Hvalba er skerd einaferð enn.
Bygdaráðslimir hildu, at tað var ógvuliga hent, at bankin júst var opin í døgverðatímanum, so at fólk, sum vóru til arbeiðis, eisini høvdu møguleika at brúka bankan. Tað fáa tey ikki, nú bankin bara er opin annanhvønn dag frá klokkan 14-16.